Høvdu staðið intelligensprøvan

Tema: Eidesgaard og Kallsberg gevast:
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi

Tveir av politisku røktingarmonnunum í danska heimastýrinum hava nú pensionerað seg sjálvar. Eg havi virkað saman við báðum meira og minni í 13 ár. Verið landsstýrismaður hjá báðum og hevði ongar trupulleikar í so máta, samstarvaði væl við báðum tveimum, hóast teir eru ógvuliga ymiskir.

Eitt løgtingsval er ongin intelligensprøvi, plagdi mín góði gamli vinur Martin í Grund, sáli, at taka til. Anfinn og Jóanes høvdu nú ikki fallið fyri royndini, var hon veruleiki, og tað man vera partur av orsøkini til, at teir so leingi hava myndað føroyska gerandisdagin sum løgmenn og floksformenn.

Teir eru bæði líkir og ólíkir. Menniskjað er sum kameliónurin. Báðir koma úr hvør sínum nýbyggjaraøki. Úr hvør sínari arbeiðslegu, har fólk úr øllum heraðshornum fluttu til. Anfinn er modeleraður av kredduni um, at eirindaleysa privatkapitalisman skipar alt á besta hátt, meðan Jóanes er eitt barn av einasta sosialistiska eksperimentinum í landinum. Hevði alt verið øðrvísi var støðan kanska hin øvuta, tí báðir eru meira valdsmenniskju enn ideologiskir politiskir oddvitar.

Vit hava verið ósamdir politiskt, onkuntíð persónliga við, men tað hevur ongantíð forðað fyri góðum samstarvi. Tað fall ongantíð øvut orð millum okkum báðar Jóanes, ta tíðina eg var landsstýrismaður hansara í fiskivinnumálum, - í tí málinum drógu vit eina línu. Tað var í hvussu er ikki orsøkin til fallið hjá CHE-samgonguni. Øll kenna rembingarnar, sum hava verið ímillum meg og Anfinn, men miðlarúmið hevur ikki givið góða samstarvinum okkara millum sama gætur. Seinastu árini í fíggjarnevndini, tá nevndin fet fyri fet tók sær tað politiska vald, sum hon eigur at hava, eru prógvið um, at Anfinn var ein góður formaður, væl stuðlaður av øllum hinum limunum.

Evnini at peila av, vunnin ígjøgnum tríati ára royndir, hvussu semja kundi fáast um málini, tvørtur um floksmørkini, vóru ótrúðliga væl ment. Andstøðan var ikki í útgangspunktinum skvisað av vøllinum, og tí hava vit sum "minniluti" hesi árini ávirkað gongdina meira enn nakrantíð áður í heimastýrissøguni.

Soðið verður tynri nú hesir báðir giraffarnir hava pakkað sær politiska klæðssekkin. Tvey politisk menninskju, sum tímdu politiska handverki, eru givin. Hóast teir ikki koma undir hugtakið ideologiskir politikarar, so ber heldur ikki til at siga, at teir hava verið breyðpolitikarar burturav. Teir settu seg inn í málini, og tí var tað altíð áhugavert at samstarva við teir. Fari til endans at ynskja teimum bestu eydnu fram á leið, og takka fyri famúrskarandi samstarv í 13 ár.