Svenska sjónvarpið hevur avdúkað, at svenski Visntraflokkurin hevði gott samband við teir ráðandi flokkarnar í Sovjetsamveldinum, Eysturtýsklandi, Rumenia og Norðurkorea í sjeyti- og áttatiárunum.
Í einari sending fyrrakvøldið varð sagt, at í 1968 fanst Vinstraflokkurin hvasliga at sovjetsku innrásini í Kekkoslovakia, men kortini luttóku umboð fyri flokkin á kommunistisku floksráðstevnuni í Pahg seinni sama árið. Eisini bleiv avdúkað, at øll árini frá 1975 til 1993 fekk formaðurin í Vinstraflokkinum øl og brennivín frá teirri eysturtýsku sendistovuni, tá hann skuldi halda føðingardag.
Eisini kom fram, at leiðslan í Vinstraflokkinum bað um at verða boðin á floksráðstevnur í Ungarn, Eysturtýsklandi, Rumenia og Sovjetsamveldinum, og at hon fekk innbjóðing hvørja frð. Harafturat hildu umboð fyri floksleiðsluna ofta summarfrí í hesum londunum.
Sjónvarpið kundi harafturat vísa á, at so seint sum á heysti í 1989 sendi Vinstraflokkurin leiðsluni í Eysturtýsklandi eitt fjarrit við ymskjum um góða eydnu í framtíðini og við vónum um, at tann kommunistiska leiðslan í Eysturberlin fór at sita við ræðið í nógv ár afturat. Bara ein mánað seinni fall Berlin-múrurin.
Politiskir eygleiðarar í Svøríki siga, at avdúkingarnar í sjónvarpinum kunnu fáa ringa ávirkan á umdømið hjá Vinstraflokkinum. Umboð fyri flokkin hava sagt, at tann gamla leiðslan mistók seg, og at tað unga ættarliðið má taka við læru av mistøkunum.