Høvdu ov fáar bjargingarvestar

- Manningin á Thor bjóðaði sær fyrr í kvøld at fara eftir Ran, sum liggur á Oyri og lata hann pumpa olju úr russaranum yvir í rækjuskipið Portalurin hevur tosað við sjónarvitni, sum hava ligið úti hjá russiska trolaranum Olshana í hálvan triðja tíma í kvøld.

- Sum út sær, stendur skipið nokso fast.

Olshana var á veg til fiskiskap, tá tað sigldi á Flesjarnar tíðliga í kvøld. Trolarin hevði júst bunkrað fullar tangar av olju á Kollafirði.

- Sum vit skiltu, vóru 15.000 litrar av olju í tanganum, sum var farin at leka. Nakað av olju bráaði á sjónum, men hetta sá ikki so ógvusligt út, meðan vit lógu hjá trolaranum.

Sjónarvitnið sigur, at tá ein partur av manningini í øllum góðum var komin yvir á garnaskipið Thor, noyddust teir, sum fluttu fólkið av skipinum, at føra bjargingarvestarnar, sum menninir høvdu verið í, yvir aftur á russiska trolaran.

- Vit skiltu um whf´in, at skipið hevði ikki nóg mikið av vestum umborð.

Manningin á Olshanu telir 34.

- Tá vit fóru heimaftur av Tangafirði, var bert trygdarmanningin eftir umborð á russiska trolaranum. Tað var fínasta veður, og einki bendi á, at manningin, sum eftir var umborð, var í nøkrum vanda.

Um whf?in hoyrdi sjónarvitnið manningina á Thor fyrr í kvøld bjóða sær at fara eftir rækjuskipinum Ran, ið liggur á Oyri.

- Teir bjóðaðu sær at pumpa olju úr russiska trolaranum yvir í Ran. Manningin á Tjaldrinum segði seg vilja bera boðini víðari til Sjóbjargingarstøðina, sigur sjónarvitnið, sum Portalurin hevur tosað við.