Høvdu kunnu havt tveir svimjarar við til OL

- Eg veit ikki hvat løgmaður kann gera, men mítt ynski er, at hann setur inn alt tað hann kann ávirka.... hvørt fall troyta allar møguleikar fyri at royna tað hann kann, so at okkara luttakarar kunnu luttaka undir føroyska Merkinum.


Tað segði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, í tíðindasendingini hjá Rás2 í dag, eftir at tingkvinnan hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um føroyskan OL-limaskap.


Sjálv harmast tingkvinna yvir, at føroyingar mugu luttaka undir flagginum hjá eini aðrari tjóð.


- Um tað var vit høvdu okkara egna limaskap, so høvdu tveir svimjarar í hesum umfari kunna luttikið tí kravtíðirnar hjá FINA eru øðrvísi. Men tíverri, so mugu vit laða okkum uppat eini aðrari tjóð og luttaka undir einum øðrum flaggi.


- Tað haldi eg vera ordiliga keðiligt, serliga fyri okkara ítróttarfólk, ið umboða føroysku tjóðina, sjálvt um tey mugu gera tað undir einum øðrum flaggi.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.