Høvdu hassj uppi á sær við Norrønu

Tá ið Norrøna skuldi fara av Havnini í gjárkvøldið til Hirtshals, fór løgreglan fram við við narkohundum, at kanna um ferðafólk, sum skuldu av landinum, høvdu rúsevni við sær umborð.

 

Løgreglan legði merki til, at serliga nógv yngri fólk vóru við hendan túrin. Og eftir kanningarnar hjá løgregluni vórðu trý fólk tikin við heilt smáum nøgdum av hassji uppi á sær. Løgreglan sigur, at talan var um minni enn eitt gramm, og mett varð, at tað var til egna nýtslu. Men tey eru nú skuldsett fyri at hava brotið lógina um rúsevni.