Høvdu gudstænastu á trappuni

Prestur fór við kirkjufólkinum út í góðveðrið

Sunnudagin fekk kirkjufólkið í Havnar kirkju eina heldur øðrvísi gudstænastu.

Gudstænastan byrjað sum vanligt í kirkjuni við klokkuringing, præludium og inngangsbønini. Síðani gekk prestur á odda oman á trappuna í Vágsbotni, har gudstænastan helt á.

– Hetta eydnaðist sera væl, og kirkjufólkið nýtti løtuna. Heiður himin og friðsælt, skrivar Fólkakirkjan.

– Bilar koyrdu spakuliga oman og niðan í Mylnugøtu og í Vágsbotni, og onkur maratonrennari, sum hitaði upp, steðgaði á eina løtu á Trappuni, og rann so stillisliga framvið. Hetta var jú eisini dagurin Tórshavn-Maraton varð hildin í fagrasta veðri.

Fólkakirkjan skrivar, at onkur valdi at verða sitandi í kirkjuni – tí væl hoyrdist av trappuni í hátalarunum í kirkjuni.