KÍF-Kyndil 25-26 (14-12)
Talan var helst ikki um mest áhugaverda dystin hetta kappingarárið, tá KÍF og Kyndil skuldu hittast í Vestmanna mikukvøldið.
Lága áskoðaratalið, 35 gjaldandi áskoðarar, bar eisini boð um hetta, men kortini var um reppið, at hesi gjørdust vitni til fyrstu rættuligu sensatiónina í árinum.
Als ikki uppsettir
Kanska hevði onkur væntað, at einstøku kyndilsleikararnir vildu nýta hetta sum ein seinasta møguleika at vísa venjaranum, at teir áttu sítt sjálvskrivaða pláss á liðnum, sum skuldi byrja finaludystin leygardagin. Kanska kundi ein eisini verið bangin fyri, at kollfirðingar fóru at verða bankaðir ígjøgnum av hesi orsøk, men einki av hesum hendi.
Stutt og greitt tóktist tað soleiðis, at grønklæddu havnarmenninir hugsaðu nógv meira um finaludystin enn um frammanfyristandandi uppgávuna, og hetta vórðu teir eisini revsaðir fyri í fyrra hálvleiki.
Kollfirðingar fingu drigið ferðina á dystinum niður, har teir helst vildu hava hana at vera, og og hóast liðini skiftust um at hava leiðsluna, so kundi tað helst endað heilt galið, um Lars ikki tók somikið nógv, sum hann gjørdi.
Av og á hoyrdust onkur róp millum kyndilsleikararnar, tá teir royndu at øsa hvønn annan upp, men hetta varð ikki til meira enn rópini.
Kollfirðingar sótu ikki sjóvarfallið av sær, men royndi hinvegin av øllum at vinna sær eina hampuliga leiðslu. Teir komu eisini tvey mál fram um, men eftir at Sophus hevði nýtt eitt time-out, fekk Kyndil tó fatur á teimum aftur. Kollfirðingar vunnu sær tó leiðsluna enn einaferð, og hesu ferð helt hon til hálvleiks.
Vaknaðu - og sovnaðu
Tá liðini komu á vøllin fyri at avgreiða seinastu 30 minuttirnar, var tað tó sum um, at Sophus hevði tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum.
Verjan á kyndilsliðnum riggaði nú nógv betur, og álopini koyrdu við fullari ferð. Skjótt hevði Kyndil yvirhála kollfirðingarnar, og flestu áskoðararnir mundu halda, at nú var alt mest sum avgjørt.
Kyndilsleikararnir megnaðu tó enn einaferð at gera sama mistakið. Eftir at hava vunnið sær eina hampuliga leiðslu, fóru tankarnir aftur at leita til finaludystin leygardagin.
Sostatt fór ferðin enn eina ferð av dystinum, og spakuliga minkaði leiðslan, sum kyndilsmenn høvdu vunnið sær.
Kyndil megnaði tó at halda seg frammanfyri KÍF, og tá tríggir minuttir vóru eftir at leika, vóru trý mál á muni, og Kyndil átti brotskast. Jacob brendi tó brotskastið, og KÍF gjøfdi skjótt av. Tvey mál innan tveir minuttir gjørdu, at munurin minkaði niður í eitt mál, og tá Kyndil mistu bótlin rættuliga skjótt í næsta álopinum, var sensatiónin brádliga ikki ógjørlig.
Seinasta álopið hjá kollfirðingum vardi í nærum ein heilan minutt, men inn vildi bólturin ongantíð, og tá dysturin endiliga var lokin, var framvegis eitt mál á muni.
Nærum og tó
Dysturin gjørdist sostatt enn eitt prógv um, at hóast styrkismunurin í deildini er rættuliga stórur, so eiga veikaru liðini ikki at undirmetast.
Ígjøgnum árið hava øll oddaliðini havt trupulleikar í nøkrum av »løttu« dystunum, men hinvegin hevur tað hvørja ferð eydnast at togað neyðuga sigurin heim. Onkur vildi kanska sagt, at hetta bert vísur, hvussu heppin oddaliðini eru, men hinvegin krevst eisini nakað av hepni, um tú skalt gera teg galdandi í oddinum.
Tað man tó eisini vera galdandi, at munurin millum liðini er somikið stórur, at hóast oddaliðini taka sær av løttum, so megnað tey altíð at seta eitt sindur meira á, fyri at sigurin kann tryggjast.
Ikki tað sama
Lítið er at ivast í, at hugburðurin hjá kyndilsleikarunum verður nakað øðrvísi, tá farið verður á vøllin leygardagin. Teir hava í hvussu so er onga orsøk til at undirmeta Neistan á sama hátt, sum gjørt var mótvgis KÍF mikudagin.
Heldur ikki kann roknast við, at taktiski parturin av spælinum verður hin sami leygardagin. Í hvussu so tóktist verjuuppstillingin hjá Kyndli at miseydnast fullkomuliga, og ikki fyrr enn farið varð aftur til 6-0, fingu teir so dánt tamarhald á støðuni.
Hetta hongur tó sjálvsagt eisini saman við hugburðinum til dystin, og sum nevnt verður hesin helst øðrvísi, tá steypið stendur upp á spæl.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
KÍF: Vagnur Johannesen 9, Petur Martin Johansen 7 (4), Finn H. Johannesen 3, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 2, Kristian Madsen 1
Kyndil: Jacob Jónsson 9 (3), Bjarni Wardum 5, Leivur Holm 4, Uni Wardum 2, Janus Einar Sørensen 2, Rúni Poulsen 1, Rein M. Petersen 1, Bárður Mikkelsen 1, Niels Viggo Niclasen 1
Brotskøst:
KÍF 4, Kyndil 5
Útvísingar:
KÍF 2, Kyndil 1
Dómarar úr StÍF:
Svend Olsen og Poli Hansen