Høvdu eisini drápsætlanir

Annar av monnunum, sum sambært amerikonsku løgregluni høvdu ætlanir um yvirgang í Danmark, hevur viðgingið, at hann ætlaði sær eisini at beina fyri mentanarblaðstjóranum á Jyllanda-Postinum, Flemming Rose, og teknaranum Kurt Westergaard, sum teknaði tær umrøddu Muhammeds-tekningarnar.

Undir avhoyringunum hevur David Hedley sagt, at hann hevði mælt sínum felaga til at sleppa ætlanini um at søkja at Jyllands-postinum, og at teir heldur skuldu beina fyri Flemming Rose og Kurt Westergaard.

Fleiri danskir politikarar siga, at teir eru til reiðar at endurskoða yvirgangslógina og at geva løgregluni fleiri amboð, um tað er neyðugt.