TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Allarseinastu løtuna av EM-undankappingardystinum Føroyar-Kýpros 19-20 (9-8).
2) Tað, sum Julian Johansen hevði at siga beint aftaná dysturin var liðugur.
3) Julian Johansen og Trónd Arge taka samanum avrikið í dystinum ímóti Kýpros.
Julian Johansen staðfestir, at føroyska liðið hevði heilar 31 royndir á kýpriotiska málið, sum ikki góvu mál. Harav fleiri opnir málmøguleikar. Og tá er tað ómetaliga torført at vinna ein dyst.
Julian Johansen heldur, at føroysku landsliðsleikararnir vóru ikki vanir við kulissirnar, har teir spæla ein landsdyst frammanfyri einari fullsetari høll. Á plusssíðuni vil Julian Johansen tó framhevja føroyska verjuspælið.
Julian Johansen heldur Rókur Akralíð var besti føroyski leikarin í kvøld. Rókur Akralíð skoraði uppá fimm av seks málmøguleikum, og hann vardi eisini sera væl í verjuni.
Julian Johansen heldur, at 19-20 tapið er serliga skuffandi, tá ein veit, at føroysku leikararnir duga meir enn tað teir vístu í dag.