Høvdu 270 tons á fyrsta gulllaksatúri

- Gulllaksaveiða er ofta skiftandi frá degi til dags, sigur reiðarin á Vesturbúgvanum, Dánjal í Skálum.

Gulllaksavertíðin er júst byrjað, og aftur í ár eru tað trý partrolarapør, sum eru farin á gulllaksaveiði eins og undanfarnu mongu árini.

Tvey av skipunum eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava partrolað bæði á upsaveiði og gulllaksaveiði í fleiri ár.

Dánjal í Skálum í Vestmanna, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at skipini í løtuni eru á øðrum túrinum í vertíðini hesaferð.

- Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu 270 tons á fyrsta túrinum. Hetta var ein fullur túrur í longd, og hetta er so ein byrjan, sum hann tekur til.

Reiðarin vísir á, at fiskiskapurin eftir gulllaksi kann vera rættiliga skiftandi frá degi til dags, og tað vísir seg, at fiskiskapurin ofta roynist bestur í góðum veðri.

Dánjal í Skálum heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørji útlitini í vertíðini hesaferð eru, men hann sigur seg vóna, at vertíðin fer at eydnast.

In.fo kann leggja aftrat, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru inni aftur í dag við 315 tonsum av gulllaksi, sum teir leggja upp á Toftum.