Høvdingar hittust á fyrsta sinni

Ein týskur myndamaður fangaði søguligu løtuna.

Tveir av heimsins máttmiklastu leiðarum, russiska forsetin Vladimir Putin og amerikanska forsetin Donald Trump, hittust á fyrsta sinni í dag, tá teir luttóku á G20 toppfundinum í Hamburg.


Tað er eitt fjølmiðlafólk hjá týsku stjórnini, ið hevur lagt eina sjónbandsupptøku frá fundinum út á Facebook, ið hevur fangað løtuni, tá teir báðir heimsleiðararnir á fyrsta sinni hittast.


- Ein serlig løta. Vit settu eitt upptøkutól á myndatólið hjá okkara myndamanni, og gav tað eitt serligt innlit í óhátíðarligu løturnar á G20-toppfundinum, verður skrivað í tekstinum til upptøkuna.


Seinni í dag er ætlanin at teir báðir heimsleiðararnir møtast til ein formellan fund. Ein fund, ið amerikanski forsetin longu hevur skrivað um á Twitter.


- Eg gleði meg til allar fundirnar við heimsins leiðarar í dag, harímillum mín fund við Vladimir Putin. #G20 Summit #USA, skrivar amerikanski forsetin á Twitter.


Mett verður, at millum evnini á hálva tíma langa fundinum hjá Putin og Trump er stríðið móti yvirgangi tað, ið helst fer at fylla mest.