Høvdingar hittast í Nashvík

Í morgun klokkan 11 fær verturin í sendingini »Søgur úr Nashvík«, Uni Arge, vitjan av tveimum slóðbrótarar innan føroyskar country útvarpssendingar, Birgir Kruse og Petur Rouch. Í sambandi við stóru Nashville.fo gallakonsertina á Hálsi leygarkvøldið 29. august, framleiðir føroyska felagið AEL eisini sendingina »Søgur úr Nashvík«, sum verður send á Rás 2 mánamorgun klokkan 11.

 

Hesarferð vitja teir báðir Birgir Kruse og Petur Rouch í Nashvík. Báðir eru country elskarar, alvitandi um hesa sjangru og hava hvør í sínum lagi seinastu tíggjutals árini gjørt upplýsandi sendingar um júst country tónleik.

 

Teir hava eisini sterkar meiningar um, hvussu góður country tónleikur eigur at ljóða ? hóast markið ikki altíð so lætt at definera. Men hvagani stavar føroyski alskurin til country?

 

Hví dáma Birgiri og Peturi so væl country? Og hví er country tónleikur so tengt at føroyskum bygdalívi? Skrúva frá, tá verturin og havnarmaðurin Uni Arge bjóðar eiðismanninum Birgiri og vágbinginum Peturi á gátt í Nashvík til eitt stuttligt og til tíðir hvast prát um teirra egnu bakgrund og teirra alsk til country tónleik.

 

Aðrir gestir í sendingini eru Ove Olsen og teir báðir Nashville.fo konsertfyriskipararnir Jákup Zachariassen og Petur H. Jacobsen.