Gullbrakið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Vit gera einki óvanligt. Vit hava vant sum vit plaga hesa vikuna, tó at einki varð gjørt týskvøldið, og vit møta til vanliga tíð.
Somikið greiður er venjarin hjá Kyndli, Birgir Hansen, tá vit spyrja hann, hvørt hann og leikararnir hava fyrireikað seg serliga væl til dystin leygardagin, har Kyndil aftur kann trína ovast á hondbóltstrúnuna eftir átta ára drúgva fráveru.
- Vit vilja ikki, at leikararnir skulu kenna tað sum eina óvanliga uppgávu, at teir nú skulu spæla ein avgerandi dyst. Sjálvandi er dysturin serligur, men tað fær nógv at siga, í hvønn mun vit fáa skil upp á nervarnar, og tí er umráðandi, at uppleggið til dystin ikki víkir alt ov nógv frá tí, sum leikararnir eru vanir við, sigur Birgir.
Triðja finalan
Kyndils-venjarin var sjálvsagt til staðar, tá VÍF týskvøldið vant burturúr StÍF, men hóast hetta, so heldur hann, at tað var ógvuliga avmarkað, hvussu nógv fekst burturúr hesum dystinum.
- Sjálvandi sá man okkurt, men hasin dysturin kundi ikki brúkast til so nógv. Vestmenningarnir fingu alt ov lætt spæl, so eg fái so ikki lagt nakran taktikk eftir tí.
Og annars heldur Birgir, at tað taktiska uppleggið verður altavgerandi leygardagin.
- Sum eg segði, so hava nervarnir nógv at siga. Megna vit at fáa skil upp á okkum sjálvar, so ivist eg ikki í, at vit hava møguleikan.
Men ein fullsett høll við ýlandi áskoðarum. Kann tað ikki fáa leikararnar at øtast. Har eru jú nógvir leikarar, sum ikki hava spælt slíkar dystir fyrr?
- Tað kann tað kanska, men vit hava longu spælt avgerandi dystir. Teir flestu vóru við í steypafinaluni í fjør, og undan dystinum móti KÍF søgdu vit, at vit nú høvdu tríggjar finalur eftir. So mentalt eru leikararnir klárir til hetta. Tað ivist eg ikki í.
Eitt korter til trý leygardagin hittast leikararnir hjá Kyndli, og tá verður so seinasta prátið undan dystinum. Er hetta seinsta gerðin hjá venjaranum, ella er nakað annað at gera, tá dysturin er byrjaður.
- Sjálvandi kann bonkurin altíð ávirka nakað. Tað týdningarmesta her er, at vit eru fyrireikaðir uppá, hvørjar broytingar kanska koma. Eg havi jú ikki óavmarkaða tíð at greiða frá, tá dysturin fyrst er byrjaður, so tað er umráðandi, at leikararnir skilja, hvat meint verður við. Vit hava so eisini vant ymsar variantar í vikuni, og so er bara at vóna, at hesir fara at rigga eftir ætlan, sigur Birgir Hansen at enda.
Mynd: Birgir
Birgir Hansen heldur tað ikki loysa seg, um fyrireikingarnar nú skulu víkja frá tí, sum leikararnir eru vanir við