Høvdið skal alla tíðina vera við

Páll Guðlaugsson vil hava sínar menn alla tíðina at vera tilvitaðar ímóti NSÍ, sum rættiliga er farið í arbeiðsklæðini

Grannauppgerðirnar á eystara armi á Skálafjørðinum hava onkuntíð kenst meiri intensar og spennandi, enn tær nú kennast at vera.

NSÍ er FM kandidatur, og B68 er niðurflytingar kandidatur. Tølini siga tó, at tá ið tað eru NSÍ og B68, sum hittast, so er einki givið. Í fyrra árið vann NSÍ 2-0 á Svangaskarði, og í 2012 vann B68 annan heimadystin, meðan hin endaði 1-1.

 

Sunnudagin var B68 fyrstu løtuna væl við í Gøtu, áðrenn Víkingur vann 4-0. B68 venjarin Páll Guðlaugsson veit, hvør trupulleikin er og hvat skal til, um úrtøka skal spyrjast burturúr ímóti NSÍ:

-Vit eiga ikki royndirnar, og tær fáa vit bara við at spæla. Hugburðurin og arbeiðssemið eru góð, men vit eru ikki nóg tilvitaðir um, hvussu týdningarmikið tað er alla tíðin at vera tilvitaðir um setningin, sum hvør einstakur spælari hevur. Vit sóu í Gøtu, hvussu tað gongur, tá ið vit leypa framav og fara ov langt fram á vøllin, sigur Páll Guðlaugsson.

At Hákun Edmundsson er leigaður úr NSÍ og til B68 ber í sær, at hann ikki verður ídag. Vongverjin Niklas Poulsen hevur slitið liðband í økslini, so hann verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar.

 

Í Runavík er lagið gott, og teir við Løkin halda seg vita, hvat skal til, um úrtøku skal fáast burturúr stutta túrinum seinnapartin út á Svangaskarð:

-Ímóti ÍF arbeiddu vit nógv og hart, og tað gav úrslit. Eftir lúsingin ímóti HB hava vit víst góðan hugburð, og tað hevur givið úrslit, staðfestir Árni Frederiksberg, sum er ein av lyklaspælarunum í framrættaða partinum.

Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg eru framvegis langtíðarskaddir.