Høvdið kann skapa ein vinnara

Fyri fullum sali mikukvøldið helt danin Arne Nielsson ein avbera lívligan og læruríkan fyrilestur fyri ítróttarfólkum, venjarum og felagsleiðslum. Øll fóru avstað aftur eitt sindur ríkari, enn tá tey komu, men spurningurin er, hvussu mong tóku hansara orð veruliga til eftirtektar og fara at royna at liva eftir teimum

Klaksvík:
Til vanliga føroyska tíð, tað vil siga fimtan minuttir ov seint kundi stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg bjóða vælkomin til tey mongu, sum vóru komin til fyrilestur hjá Arne Nielsson.
Mong mundu tey verða, sum hugsaðu sítt, tá stjórin segði, at fyrilesturin kom at vara í tríggjar tímar, men um nakar hugsaði nakað ilt ella ikki, so vórðu allir tankar gjørdir til skammar, tá danin fór í gongd.
Lívliga og vælformuleraður fangaði hann hvørt eitt oyra í salinum og greiddi við ítøkiligum dømum frá, hvussu ein kann gera fyri at økja um møguleikarnar at náa sínum máli. Ella gerast ein vinnari ? tað veri seg ítróttarliga, arbeiðsliga ella heima. Arne leggur stóran dent á, at størsti parturin av einum avriki liggur í høvdinum á tí einstaka ella liðinum. Um ein ikki hevur rætta hugburðin, so er ikki so nógv at gera, heldur hann. Men tað ber til sambært honum at læra seg at hugsa rættari.
Hann legði út við at biðja øll gera eina lítla roynd. Tað var nakað so einfalt sum at leggja saman hendur mótsattan veg, sum tey eru von. Og hetta vakti eitt sindur av látri, tí sum vera man, so var tað ikki so lætt. Tað kravdi at ein hugsaði seg um áðrenn. Og uppaftur verri bleiv tað so, tá hann bað øll gera tað í eini knappari handavending.
Á henda hátt megnaði hann longu frá byrjan at gera øllum greitt, at ein vanabroyting er ikki bara sum at siga tað.
Arne tosaði millum annað um danska orðatakið: Tab og vind med samme sind.
? Tað ber ikki til, staðfesti hann.
? Um ein hevur vunnið, so fær ein eyka orku við fagnaðinum, og tá ein hevur tapt, so er ongin fagnaður og sostatt heldur ongin orka. Ein er keddur av, at tað gekk, sum tað gekk, so tað ber ikki til at siga soleiðis og liva eftir tí, segði Arne Nielsson og var skjótur at leggja afturat, at tað helst hevur verið ein tapari, sum er komin við hasum orðatakinum. Arne tosaði um at finna tann rætta hugsunarháttin. Hann segði, at fyrst og fremst hevur fagnaður nógv at siga. Tað at kunna vísa, at ein er glaður og somuleiðis rósa og fagna øðrum, tá tað gongur væl. At vera líka skjótur at rósa sum at gera vart við mistøk.

YES!
Slagorðið fyri kvøldið bleiv eitt hart YES róp, sum tað eydnaðist honum at fáa øll, sum tilstaðar vóru at rópa. Og her eiga áhoyrararnir rós. Føroyingar bera orð fyri at vera heldur torførir at hava við at gera, tá tað kemur til teirra egnu luttøku í tílíkum, men hetta kvøldið lá teirra partur so sanniliga ikki eftir.
Men um tað vóru áhoyrararnir sum vóru lættir at hava við at gera ella bara tað, at tey vóru sum voks í hondunum á Arne, skal her vera ósagt. Men sannleikin er, at tá 20 minuttir vóru farnir av fyrilestrinum stóðu øll uppi og róptu sítt fyrsta sannførandi YES, meðan tey kreptu armin og hálaðu hann av øllum alvi til sín og annað beinið var uppifrá. Og soleiðis helt hann fram fleiri ferðir við at fáa áhoyrararnar við.

Hugsa málrættað
Arne vísti ferð eftir ferð gjøgnum fyrilesturin á, at tað sum vit eru bangin fyri sum oftast hendir. Hann greiddi frá, at um ein, óansæð hvat ein skal gera, hugsar frammanundan: Bara tað nú ikki miseydnast. Bara eg ikki skjóti við síðuna av ella okkurt líknandi, so hendir tað ofta.
? Heilin tekur ikki dagar í millum hatta ikki, sum vit ofta hava lyndi til at seta inn í okkara tankar, og júst tí hendir tað, sum vit ikki vilja hava at henda, segði hann og legði afturat, at ein skal hugsa um tað, sum ein vil hava henda ístaðin fyri tað, sum ein er bangin fyri fer at henda. Og tað er lættari sagt enn gjørt, tað vísti royndin við at leggja saman hendur øllum.
Hann hevði eina talvu, har ein strika var beint tvørtur um miðjuna. Og hesa strikuna nýtti hann til at vísa, at um ein er oman fyri hana, so er ein væl fyri. Tað er teir góðu dagarnir, har ein hevur viðvind og hugsar positivt. Men er ein hinvegin undir strikuni, so er talan um tað mótsatta.
? Vit koma øll fyrr ella seinni undir strikuna, tað slepst ikki undan, men so ræður tað um at arbeiða seg skjótt upp aftur.
Arne Nielsson nýtti ítøkilig dømi í sínum fyrilestri út frá egnum royndum sum kano-rógvari. Men hann segði fleiri ferðir, at av teimum umleið 60 fólkunum, sum vóru tilstaðar, so kundi tað væntast, at bert eini 15 fóru at broytast eftir fyrilesturin. Sum also fóru at fara heim og framyvir leggja hendur saman mótsattan veg.
Arne Nielsson er olympiskur vinnari í at rógva kano, hevur vunnið tíggju HM gullheiðursmerki umframt 70 DM heiti og má við sínum einans 60 kg sigast at vera ein avbera lítil kanorógvari. Í dag rør hann ikki longur, men ferðast hann runt og heldur fyrilestur út frá egnu royndum sínum. Fyri stuttum gav hann út bók í Danmark, og henda er sera vælmóttikin.
Arne skal halda fyrilestur sín aftur hóskvøldið og fríggjakvøldið. Og sunnudagin gongur leiðin heimaftur til Danmarkar.