Teir vilja leggja høvdið á blokkin. Títt høvd! Hóast vit ikki gerast petti meiri sjálvbjargin ella sjálvstøðug, so hava teir lækka blokkin uttan at spyrja føroyingar eftir.
Hvønn rætt eiga føroyingar til blokkin?
Tá ið vit nú ? av meiri og minni góðum huga ? hava góðtikið at vera í einum samveldi, er tað við ávísum treytum og ávísum rættindum.
Millum treytirnar er, at vit skulu góðtaka verjupolitikkin hjá ríkinum, og at tað er ríkið, sum eigur fullveldi. Tað merkir, at ríkið umboðar okkum í ST og ríkið tekur støðu í verjumálum.
Millum rættindini er, at tað verður javnað út millum ríkispartarnar.
Fyri hálvt hundrað árum síðani vóru varðagøtur og mjólkabátar samferðslukervi. Tá arbeiddu tey flestu til tey doyðu ella vóru forsyrgd inni hjá skyldfólki. Í dag hava vit bussar og undirsjóvartunnlar, ellisheim og fólkapensjón.
Partvís er hetta takka verið, at vit hava havt eina útjavnan ímillum ríkispartarnar. Partvís eisini hinar fyrimunirnar av ríkinum, gjaldoyra, útbúgvingar, osfr.
Hvør hevur havt størsta fyrimunin? Eg veit ikki ? hvør hevur størri fyrimun, tann eldri, sum fær pensjónina, ella tann yngri, sum letur hana? ? Báðir partar!
Blokkurin er ein rættur, sum vit eiga so leingi vit brúka okkara sjálvsavgerðarætt at vera í ríkinum. Sjálvandi er støddin ein samráðingarspurningur, men Høgni og Anfinn skulu halda fingrar ? og okkara høvd ? frá blokkinum, um teir ikki tora at melda seg úr ríkinum.