Herfyri varð skrivað um eini sniðhús, sum vórðu reist eftir lítlari løtu í Klaksvík, við Klaksvíksskákið. Eisini verða hús og ognir keypt og tikin niður fyri at geva pláss fyri nýbygging.
https://nordlysid.fo/tidindi/67873/skjott-at-reisa-eini-hus
Niðanfyri er ein søga um eini hús, sum vórður reist heili fýra ferðir. Fyrtu ferð í Lamba um 1805, uppi við garð í Fuglafirði um leið 1835, tikni niðuraftur og reist Norðuri á Bakka í Fuglafirði í 1885 og so aftur reist í 2000 oman fyri bókasavnið í Fuglafirði.
Á Kinn í Lamba
Av fyrstan tíð stóðu húsini á Kinn í Lamba. Jens Jacobsen, føddur 1775 í Kálvhúsunum á Glyrum, læt húsini byggja. Hann giftist í 1805 við Malenu Jacobsdatter av Miðgerði í Kollafirði.
Tey búsettust á Kinn og búgva í Lamba fram til 1835, tá ið sonurin Poul Jacob Midjord flytur til Fuglafjarðar við húsunum – um leið 1835.
Viðurin úr húsunum verður buntaður saman og floyttur í góðverðri og góðum streymi norður á Pállin í Fuglafirði og síðan sleipaður við tveimum fýramannaførum inn á Sandin í Fuglafirði.
##med2##
Uppi við Garð
Tey verða reist aftur á einum staði, sum nevnt verður Vestri í Húsi Uppi við Garð í Fuglafirði umleið 1835, sigur Frits frá Alfred Klein.
Jacob Midjord varð føddur í 1867. Sum 12 ára gamal missir hann pápan, tá ið pápin, Poul Jacob Midjord gongur burtur við áttamannafarinum 10. mars 1879 við 9 monnum.
##med3##
Norðuri á Høvda
Húsini verða síðan aftur í 1885 – á triðja sinni - flutt av abbasoninum, Jacob Midjord, ið var sonur nevnda Poul Jacob Jacobsen, Poul vestri í Húsi og Stranda Cathrinu (Klein), norður í gerðið á Høvdanum, har Stranda Kathrina saman við soninum byggir tey upp í húsini hjá beiggja sínum, har tey stóðu í meira enn 100 ár.
Tá ið sildaverksmiðjan útbygdi har norðuri, stóðu hesi ediligu hús í vegin, og kundu verið brotin niður vegna útbyggingarnar, ið tá vóru.
##med4##
Petur Martin varðveitir húsini
Lukkutíð vóru tað nakrir fuglfirðingar við Petur Martin Petersen á odda, sum í 1993 tóku hendur saman um hesi hús – tóku tey niður á ein skynsaman hátt og goymdu at teimum í eini høll á Kambsdali eina tíð, har Dugni í dag heldur til.
Tá ið tann lagaliga løtan kom í 2000, vórðu tey aftur reist tætt við bókasavnið í Fuglafirði. Hesi hús hava eina tolna sál – eru grundað og reist fýra ferðir. Fyrtu ferð í Lamba um 1805, uppi við garð í Fuglafirði um leið 1835, tikni niðuraftur og reist Norðuri á Bakka í Fuglafirði í 1885 og so á seinasta sinni í 2000 omanfyri bókasavnið.
##med5##
Høvdahúsini hava eina sjáldsama søgu, og er tað Peturi Martin Petersen fyri at takka, ið var høvuðspersónurin, tá ið stig skuldu takast til, at húsini skuldu varðveitast.
##med6##
Eg havi oftani verið inni í húsunum, tá ið Jacob, vanliga nevndur Skáli, búði í teimum – Har var altíð nossligt og væl hildið inni, og eg minnist, at Skáli svav í koyggju, sum ikki var vanligt tá.
##med2##
Hetta er kanska størsti dýrgripur, ið Fuglafjørður eigur, ið nú stendur á sínum fjórða staði omanvert bókasavnið í dag, og vísir Petur Martin Petersen enn hesi húsini fegin fram fyri fólki.
##med8##
##med9##
##med10##