##med2##
Tann sum skrivar hesar reglur, og fleiri aðrir føroyingar sum vóru til triathlon kappingina máttu svara spurningum frá áskoðarum frá hinum oyggjunum um leirvíkingin, Hávard Vatnhamar sum kappaðist í triathlon í Gibraltar fyrr í dag. Tað var skiligt, at stríðsmaðurin úr Leirvík fór beint inn í hjørtuni hjá teimum sum hugdu, og komin á mál fekk ein ordans klemm frá einari gibraltesiskari kvinnu, ið hjálpir til við oyggjaleikunum.
Hávard Vatnhamar var rørdur tá vit á in.fo og FM1 fingu orðið á hann aftaná fullførda kapping. Hávard gjørdist nummar 48 við tíðini 2:44:00.
Hávard Vatnhamar greiðir frá, at tað var ein stórur dreymur sum var gingin út hjá honum, og tað var fantastiskt at renna fyri Føroyar og koma á mál.
Hávard Vatnhamar fær ikki nógv við av oyggjaleikunum aftrat, tí hann má víðari til Kanada at kappast.
Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðssamrøðu við Hávard Vatnhamar.
##med3##












