Menniskju og náttúra
Amerikumaðurin, Alan Macnow, er PR-maðurin hjá Japan í USA fyri hvalaveiði.
Tað er eitt lívsvandamikið arbeiði?
Í samrøðu við IntraFish sigur Alan, at hann fær fleiri hóttanir móti lívi og heilsu síni í hesum starvi.
Á einum fundi í altjóða hvalaveiðinevndini í áttatiárunum, reistist ein leiðari fyri ein umhvørvisverndarfelagsskap og segði: ?Alan, tú ert ein deyður maður. Eg skal drepa teg??
Alan fær eisini brøv og uppringingar við slíkum hóttanum.
- Av og á noyðist eg at knýta nevarnar til tess at verja meg móti slíkum
fólkum, sigur hann.
Telduskipanin hjá honum í felagnum, Tele-Press Associates Inc, hevur eisini
verið álopin av fíggindasinnaðum ?hackarum?.
Alan hevur umboðað fiskivinnuáhugamál hjá Japan í USA síðan 1977, og hann hevur eisini umboðað japanskar hvalaveiðimenn í USA síðan 1979.
- Okkara fíggjarætlan til PR-arbeiði í USA er ikki stór í mun til peningin, sum
brúktur verður av umhvørvisverndarfelagsskapum ímóti hvalaveiði í USA.
Umboðsmaðurin vísir á, at umhvørvisverndarfelagsskapir brúka fleiri miljónir
dollarar um árið í stríðnum ímóti hvalaveiði, meðan upphæddin, sum hann hevur til nýtslu í USA, er ein hálv miljón dollarar.
- Eg haldi, at tað eru nógvir aðrir týdningarmiklir trupulleikar, sum skuldu
verið loystir við stuðli heldur enn at brúka so nógvan pening til stríðið móti hvalaveiði.
Alan heldur, at peningurin, sum umhvørvisverndarfelagsskapirnir fáa, hevði
farið betur, um hann fór til stríðið móti svongd, fátækradømi og sjúku.
Hann sigur, at umhvørvisfelagsskapirnir byrjaðu stríðið móti hvalaveiði longu í 1965.
- Tey hava gjørt hvalin til eitt religiøst ?ikon? og hava latið tilfar í rúgvuvís
floyma inn yvir barnagarðar, skúlar og hægri lærustovnar. Á henda hátt hava tey nærmast gjørt hvalin til ein menniskjaligan skapning. Hvalurin verður settur fram sum ein vinarligur, skilagóður og blóðheitur skapningur sum vit menniskju ? og við einum sosialum familjulívi eins og vit menniskju, sigur Alan.
Men einki av hesum er rætt, sigur hann. Hvalurin er ikki eitt serliga vinarligt
djór. Nøkur hvalasløg hava ?harem?, sum ikki kann samanberast við vanligt familjulív hjá menniskjum.
- Hvalurin líkist eini agurk, sum vigar 20 tons, sigur Alan, sum spyr, hví
umhvørvisverndarfelagsskapir soleiðis seta kikaran á hvalin.
Og Alan Macnow velir at svara sjálvur:
- Tað er tí, at hvalurin er heimsins størsta súgdjór, og tað er hetta, sum ger
hann til nakað serligt fram um onnur djór í havinum.










