Hóttu við harðari tiltøkum

Munkarnir og hini mótmælisfólkini í miðbýnum í Yangon fingu 10 minuttir til at umráða seg í

Boðini frá løgregluni í Myanmar í morgun vóru greið: Fóru mótmælisfólkini ikki burtur innan 10 minuttir, fóru løgreglumenninir at brúka tað, sum bleiv kallað "harðari hættir" fyri at fáa tey burtur haðani.

 

Tá vóru fleiri túsund fólk komin saman í miðbýnum í Yangon, men sambært CNN gjørdu tey av at gera eftir boðunum frá løgregluni. Men tey sluppu ikki at gera av, hvønn veg tey fóru, tí allur miðbýurin var avbyegdur, sigur CNN.

 

Annars vóru munandi færri munkar við í mótmælisgonguni í Yangon í morgun enn hinar dagarnar. Orsøkin er helst, at løgreglan kringsetti fleiri kleystur í lýsingini í morgun fyri at forða munkunum at sleppa at taka lut í mótmælunum.

 

Summar tíðindastovur søgdu seg hava fingið upplýsingar um, at fólk høvdu skipað fyri mótmælisgongum aðrastaðni í Myanmar í morgun, men sum skilst hevði løgreglan bara lagt upp í mótmælini í Yangon.