Tá bussførarin á einum skúlabarnabussi herfyri kom koyrandi eftir einum høvuðsvegi í Wesel-økinum í Týsklandi, varnaðist hann ikki fyrr enn í síðstu løtu, at hann var við at renna saman við ein lastbil, sum kom frá einum síðuvegi.
Til alla lukku eydnaðist tað føraranum á lastbilinum at bremsa, áðrenn tað brast. Men tað sum hendi, í somu løtu ið lastbilurin steðgaði, kundi fingið rættuliga óhugnaligar fylgjur.
Í lastini vóru trý stór rør, sum lógu inni í hvørjum øðrum, tey vigaðu tilsamans 17 tons. Uttasta rørið var væl surrað fast, meðan tey bæði innaru rørini lógu leys innanfyri. Tá so lastbilurin knappliga bremsar, fara tey bæði innaru rørini við fullari ferð fram gjøgnum stýrihúsið, framvið bilføraranum og út á vegin og raka bussin niðast við á síðuni.
Hevði lastbilurin havt meira ferð, áðrenn hann steðgaði, høvdu rørini farið tvørtur gjøgnum bussin.
Tað var eitt undur, at ongin fekk álvarsligan skaða ella lat lív. Lastbilaførarin slapp við smásnuddum, og skúlabørnini fingu ein skelk.
Hendingin vísir, hvussu vandamikið tað kann vera at koyra við leysum lutum í lastini.
Líkamikið hvussu væl tað uttasta rørið var spent fast, so lógu tey innaru fullkomiliga leys og kundu, um illa veit við, kostað fleiri mannalív.
Kelda: Road Life Magazine










