Hættisligt herverk í Havn: Trý hjól loyst á bili

– Eg hugsaði, at tað óivað var ein steinur, sum var komin í bremsuna og koyrdi víðari, sigur Torkil Akraberg Hansen

Tá Torkil Akraberg Hansen úr Tórshavn fór í bilin mánamorgunin, legði hann til merkis, at eitt heldur løgið ljóð kom frá bilinum. Eitt ljóð, sum hann ikki hevði hoyrt, tá hann koyrdi bilin kvøldið fyri. 

 

 

 

– Eg hugsaði, at tað óivað var ein steinur, sum var komin í bremsuna og koyrdi víðari, sigur hann. 

 

 

 

Sum dagurin leið, larmaði tó meir og meir, og tá Torkil, dóttir hansara og ein vinmaður fóru at hyggja at fótbólti seinnapartin mánadagin, larmaði bilurin upp aftur meir. Eftir dystin setti hann dóttur sína av, og hann og vinmaðurin fóru ein biltúr fyri at kanna bilin.

 

 

 

– Síðani sigur vinmaður mín, at eg burdi vita, um eitt av hjólunum møguliga var leyst. Vit steðgaðu bilinum, og vinmaður mín slær á møttrikin í hjólinum og leggur til merkis, at tað er leyst. Aðru ferð hann slær á møttrikin, hevur hann møttrikin í hondini. Soleiðis var á trimum av fýra hjólum, sigur Torkil Akraberg Hansen.

 

 

– Eg varð rættliga heitur um oyrini, tá eg fann útav, hvussu leysir boltarnir vóru. Tað kundi lættliga verði hent ein ólukka, sigur Torkil, sum hevði verið farin úr Havnini við bilinum, um fótbóltsdysturin mánadagin var spældur á bygd.

 

 

Hann greiðir frá, at hóast hann vónar, at tað eru smádreingir, ið ikki vita hvat teir gera, sum hava framt herverkið, so er tað ikki sannlíkt, tí tað skal ein hampulig styrki til at loysa boltarnar á hjólunum. 

 

 

– Trý hjól verða ikki leys á einum bili á handan hátt av óvart. Tað er heilt víst, at onkur hevur loyst tey. Hatta er sjúkur humør, tí høvdu vit koyrt til Runavíkar, til dømis, og hjólið var farið av, so hevði eg mist alt tamarhaldið á bilinum, sigur hann álvarsliga.  

 

 

Hann vil fegin ávara fólk um, at slíkt herverk verður framt og at heita á fólk um at kanna hjólini, áðrenn tey fara ein langan túr við bili. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í kvøld, at slíkt herverk er álvarsligt, og vandi er fyri vanlukku, tá ein bilur koyrir við leysum hjólum. Skuldsetingin fyri at fremja slíkt herverk hann verða alt frá herverki til óviljað manndráp