Tá toran og ljósini ganga, er menniskjan enn á okkara døgum eitt sindur illa við; ja, mong eru ræðslusligin, og soleiðis hevur tað verið frá tíðarinnar morgni. Men skjótt lærdi menniskjan seg at nýta ljósið og toruna til so mangt annað og upprunaliga mest móti villum djórum, móti myrkrinum, móti myrkursins trøllum og øllum illum. Kinverjar vóru teir fyrstu, ið funnu uppá at gera krút, og í tí høvdu teir bæði toruna og ljósið. Tá var lagamanni at halda alt ilt burtur.
Nú nærkast jólini og nýggjárið. Hvør tíð av árinum hevur síni serkenni og sínar hátíðir. Í norðurlondum verður jóansøkan hildin mest í Svøríki og Danmørkini við stórum bálveitslum - -»hver Egn sine Trolde, dem vil vi fra Livet med Glædesblus holde«, kvøður Drachmann. Í Føroyum orka bálini um jóansøkuna einki móti sólini; men á jólum og á nýggjárum tendra vit ljósini í hvørjari lon, í fjósum og úti á bønum. Hetta er fyrndargamal siður. Tá eg var smádrongur, gingu vit gamlaárskvøld flestallir dreingir í bygdini við blussi, á seiðatrøum, tikin undan hjallinum, bundið um endan við tí, ið brennandi var, og steinolja stoytt í.
Tað var ein vøkur sjón við øllum ljósunum á rað ovast undir bøgarðinum, og øll bygdin hugdi at. Men hví vit gjørdu hetta, var okkum ikki greitt. Vit vistu ikki, at tað var ein øldargamal siður fyri at halda trøllunum og øllum tí ónda burtur. Sama verður gjørt hjá øllum tjóðum, ljós og buldur verða nýtt til at halda vanlukkur, sjúkur og sorgir burtur. Vit kunnu bert minna á, at tað verður skotið við veitslur, á nýggjárum, fyri brúðarpari; fyri kongum við kanónum - fyri smáfólki við byrsum og »kinesarum«. Grønlendingar skjóta fyri konfirmantunum, tá teir koma úr kirkjuni - alt fyri at halda tað illa burtur.
Tíanverri verða eisini til hesa skjóting nýtt vandamikil amboð, sum kunna verða til stóran skaða, og mong eru dømini - eisini í Føroyum - um vanlukkur, sum standast av tílíkari skjóting, og ætlanin við hesi grein er at minna á, at spreingievni altíð ber vanda í sær og serstakliga tað »heimagjørda«.
Hesar báðar myndir (røntgenmyndir) sýna høvdið á einum 8 ára gomlum dreingi, sum stóð og hugdi at, hvussu hinir eldru skutu nýggjárið inn. Fyrsta myndin sýnir skallan frammanífrá við einum jarnrøri tvørtur ígjøgnum alt andlitið - eitt 13,5 cm langt jarnrør. Onnur myndin sýnir skallan frá síðuni við sama rørinum. Rørið fór gjøgnum tvøran skalla, tók annað eygað við sær og var bert 1/2 cm frá heilanum. Tað sat so fast, at sterkar kreftir skuldu til at hála tað úr aftur. Drongurin slapp toluliga væl, men næstu ferð verður tað kanska tú, sum kemur fyri vanlukkuni. Tí - burtur við øllum hættisligum spreingievnum á nýggjárum og latið okkum halda okkum til jólaljósini og blussini og bálini gamlaárskvøld!
Gleðiligt nýggjár!