Ein maður er handtikin og hann er nú settur í varðhald.
Fyrr í morgun byrgdi løgreglan eitt strekki av J.S.Svabosgøtu í Havn, av, og heitti á fólk um at halda seg burtur.
Tað er framvegis avmarkað, hvat løgreglan kann upplýsa um hendingina. Men tey siga, at tað var beint fyri klokkan níggju í morgun, at tað varð ringt til tey at boða frá húsaófriði í einum húsum har um vegir.
Men tað gjørdust ógvusligari enn vanligt, og av trygdarávum byrgdi løgreglan alt øki av. Løgreglan sigur, at tvey fólk vóru á bústaðnum, har húsaófriðurin var, og at tað var annað av teimum, sum boðaði frá.
Tað fólkið slapp úr bústaðnum rættiliga skjótt, men hin parturin varð verandi inni á bústaðnum og vildi ikki koma út.
– Vit vistu ikki um viðkomandi hevði vápn hjá sær og tí byrgdu vit øki av, sigur løgreglan.
Tað vísti seg, at viðkomandi hevði í hvussu so er ikki skotvápn, men meiri vil løgreglan ikki siga um tað nú.
Maðurin varð handtikin nakað fyri døgverða, men tá hevði hann bæði hótt løgregluna, og roynt at fram harðskap ímóti løgreglun, men tað eydnaðist at taka hann og hann er nú í varðhaldinum.
Maðurin verður førdur fyri rættin í morgin ári við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.











