Hótti við at bumba SAS-flogar

Ein 29 ára gamal estari hótti í gjár við at spreingja eitt SAS flogfar í luftina. Hendingin fór fram eftir at estarin ikki slapp inn í Japan, tí hann einki visum hevði, og tí varð sendur aftur til Keypmannahavnar. Tað var á veg aftur til Danmarkar, at maðurin skrivaði eitt bræv til flogskiparan.

Tann 29 ára gamli varð í fjør dømdur átta mánaðar fongsul og útvísing úr Danmark í 10 ár. Hann var tí bangin fyri at verða handtikin í Kastrup fyri at hava brotið innferðarbannið.

4-5 tímar inn í túrin úr Tokyo til Keypmannahavnar kravdi maðurin at sleppa at tosa við flogskiparan, men tað noktaði manningin.

Ein flogterna, sum vitnaði í rættinum, segði, at maðurin hótti við at spreingja eina bumbu í luftina, um hann ikki fekk orðið á flogskiparan. Flogternan fekk tó hjálp frá tveimum vælvaksnum monnum, sum lovaðu at halda eyga við manninum.

Hesin gjørdi tó einki meiri um seg og varð handtikin á flogvøllinum. 29-ára gamli estarin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, skriva donsk bløð.