Gjáramorgunin leyp ein maður á eina kvinnu í Havn og hótti hana. Løgreglan stendur á berum og vil hava hjálp frá fólki. Løgreglan í Havn stendur á berum í málinum um eina 24 ára gamla kvinnu, sum varð álopin undir Pisuvarða í Havn um fýratíðina gjáramorgunin, sigur Útvarpið.
Kvinnan var á veg til hús, tá ein maður brádliga leyp á hana. Hann hevði knív og hótti við at drepa hana, eins og hann eisini hótti við at neyðtaka hana. Maðurin helt í kvinnuni, meðan tey gingu omaneftir, men komin í Sjúrðargøtu, skumpaði hann hana frá sær og rann avstað.
Kvinnan meldaði tilburðin til løgregluna, men kriminalløgreglan, sum kannar málið, stendur á berum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við Útvarpið.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava við tilburðin at gera. Maðurin, sum leyp á, er í 30-unum, umleið 180 sentimetrar høgur, vanliga bygdur ella prúður, og sýntist sterkur. Hann hevur myrkt hár og skegg. Hann var í kóboybuksum, kóboyjakka og myrkum skóm.










