Ein maður fyrst í 40-unum varð leygarkvøldið um miðnáttarleitið handtikin fyri at hava hótt í minsta lagi tvey fólk eftir lívinum. Løgreglan fekk boð um hóttanirnar klokkan 23.35, og lítlan hálvan tíma seinni var maðurin handtikin.
Løgreglan sigur, at talan var ikki um fullamannatos, tí maðurin var blanka edrúur.
Rættarmál verður nú reist móti manninum.
Annars hevur verið rímiliga friðarligt um vikuskiftið.
Tað er tað vanliga við húsaófriði og at taka full fólk upp, sigur vakthavandi á løgreglustovuni.









