Hóttanir syndraðu CHE-samgonguna

Vit mugu helst ásanna, at tann floksdisiplinin sum fyrr var, er ikki í sama mun til longur. Um tað er gott ella ringt, kunnu ivaleyst vera fleiri meiningar um, men harfrá og til tað solo-spælið, sum vit upplivdu alt ov ofta í CHE-samgonguni, er langur vegur. At tingfólk, hvørt í sínum lagi, hótta við einum og øðrum, fáa tey ikki sín vilja ígjøgnum, kann eingin samgonga liva við. Júst hetta var stóri trupulleikin í undanfarnu samgongu

Seinastu dagarnar hava vit ofta hoyrt orðið stabilitetur. Onkur politikari var í Kringvarpinum spurdur um hetta var nýggja loysunarorðið, og um hetta hevði meira at siga enn politiskt innihald. Til tað er at siga, at uttan eina stabila virkisføra samgongu, er eitt glæsiligt samgonguskjal lítið vert.

Tað skal vera mín vón, at vit nú, eftir fleiri mánaða kegli og ov lítlum politikki, fáa eina samgongu sum veruliga kann fara til arbeiðis. Hesir tríggir flokkarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum ideologiskt, men er vilji til tess og álit er millum partarnar, ivist eg ikki í, at samgongan verður før fyri at loysa teir trupulleikar og uppgávur, sum frammanfyri okkum standa.