Hóttanin er horvin

Klaksvíkingar fegnast um tepra og hepna sigurin á Sandi, sum ber við sær, at tað er púra víst, at KÍ næsta ár verður umboðað í báðum teimum ovastu deildunum

Vanliga leiktíðin var farin, og teir hálvt hundrað áskoðararnir, sum vóru farnir um Skopunarfjørð, høvdu mest sum sligið seg til tols við, at hetta var ikki orduliga dagurin hjá KÍ. Støðan var mál­leysur javnleikur, og onkur helt, at eitt stig var í hvussu so er frægari enn einki!
Tað kundi havt verið uppaftur verri enn so, tí heimaliðið hevði størsta møguleikan av øll­um. Tíðliga í 2. hálvleiki vóru klaks­víkingar óneyvir, tá ið teir spældu upp á tvørs í verjustøðu. B71 miðvallarin Høgni Midjord kom ímillum, fekk tak á bóltinum og spenti ímóti KÍ málinum. Men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Veteranurin Gunnar á Steig, sum hevur havt gott ár ímillum stólp­arnar hjá KÍ, bjargaði.
Og so var tað, at klaks­víkingarnir, sum kendu seg at vera hepnar, struku avstað við øll­um stigunum. Talan var ikki um upplagdan málmøguleika. Lið­for­maðurin og álitið á miðvøllinum, Hjalgrím Elttør, var treiskur frammar­laga á B71 hálvuni. Hann snaraði henda vegin og hin vegin, og hann sneiddi ein og so aftur ein av sær. Brádliga smekkaði hann til, og bólturin fór undan lot­inum og sang í netmeskunum aftan­fyri Símun Rógva Hansen, sum hevði verið stinnur.
Fagnaðurin í bláu leguni var øgiligur. Lítla løtu seinni bríksl­aði dómarin fyri síðstu ferð, og harvið var greitt, at KÍ eisini í 2012 verður partur av bestu deild­ini. Tað ber eisini við sær, at næst­besta liðið, sum hevur vunn­ið 2. deild, næsta ár fer at spæla í næst­bestu deildini.

Ein stórur lætti
Millum teirra, sum vóru í ferða­lagnum úr Klaksvík og suður á Sand, var KÍ formaðurin, Tummas Lervig. Hann fegnast um, at tað í triði síðsta umfari eydnaðist at tryggja plássið í deildini:
– Undan kappingarbyrjan settu vit okkum tvey mál. Annað var, at vit skuldu røkka áttanda pláss­inum, og hitt var, at vit skuldu vinna í hvussu so er tredivu stig. Sigurin á Sandi ber við sær, at vit hava rokkið báðum mál­unum, og tað fegnast vit um. At vit ikki longur skulu hugsa um møguleikan at flyta niður er ein ógvuliga stórur lætti, staðfestir KÍ formaðurin.
Í løtuni er KÍ favorittur at vinna fimta plássið. Kappingin stendur við B68, HB og ÍF, sum øll skulu í eldin seinnapartin miku­dagin. Tað eru fimm stig frá B68 og HB fram til KÍ, og tað eru seks stig frá ÍF og fram til KÍ.
Týdningurin í at vinna fimta plássið er, at tey fimm, sum eftir 27. umfør vera í ovaru hálvu á støðutalvuni, næsta ár skulu spæla fjúrtan ferðir á heimavølli, meðan hini skulu spæla trettan ferðir.
– Tað, sum nú kemur, taka vit sum eykavinning. Men sjálvandi vilja vit fegin verja fimta plássið. Vit skulu í Gundadal at spæla ímóti HB sunnudagin. Áðrenn vit koma so langt, skal HB til Runa­víkar mikudagin, og tá skal ÍF spæla á Toftum. Vit fokusera á okkara dystir, men fyri samlaðu støðuna hevur tað eisini týdning, hvussu tað fer at hilnast í hesum báðum dystunum á Skála­fjørð­inum mikudagin, sigur Tummas Lervig.

Fyrireika framtíðina
Nú tað er komið upp á pláss, at tað eisini næsta ár verður Voda­fone­fótbóltur í Klaksvík, fyri­reika teir seg har norðuri til næsta kappingarár.
– Vit arbeiða, og vit vóna, at tað fer at bera til at leggja okk­urt fram á ársveitsluni, sum verður annan leygardag. Venjara­spurn­ingurin og spurningurin um, hvørjir spælarar vera í KÍ næsta ár, er ikki svaraður. Men vit ganga út frá, at flestu spælararnir, sum hava roynst so væl í ár, eisini vera partar av hópinum næsta ár. Vit hava ikki hoyrt annað, enn at teir ætla at halda fram, og tað fegnast vit um.
– Vit skulu minnast til, at hetta er fyrsta árið í bestu deildini hjá fleiri av spælarunum. Tað var alt annað enn hugaligt at flyta niður eftir kappingarlok í 2009. Nú tá ið tað er so væl fráliðið, kunnu vit staðfesta, at tað árið, tá ið vit vóru í næstbestu deildini, komu onkrir av teimum fyri seg, sum nú eru við til at manna besta liðið, og teir eru framvegis meiri mentir í ár.
Og hvussu við venjara­spurn­inginum?
– Hann fara vit at taka upp, nú tað er greitt, at vit halda fram í bestu deildini.

B71 brynjar seg av nýggjum
Fyri fleiri vikum síðani varð tað greitt, at sandoyingar næsta kapp­ingarár skulu spæla í næst­bestu deildini.
Formaðurin, Ragnar Fossdalsá, segði í síðstu viku í samrøðu við Rás 2, at teir nú fara at fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Enn er ikki greitt, hvør verður venjari, og um útlendingarnir fara at halda fram í felagnum.
– Vit hava onkrar ungar spæl­arar, sum fyri fyrstu ferð hava verið í nánd av besta liðnum, og tað kann væl vera, at teir fara at fáa størri ábyrgd næsta ár, sigur Ragnar Fossdalsá, sum vónar og roknar við, at B71 skjótt aftur fer at verða partur av bestu deildini.