Hótta við uppsagnum

14 posamenn og 10 menn, sum arbeiða í rottangaskipanini hjá IRF, hótta nú við at siga upp um nakar verður uppsagdur hjá felagsskapinum

Verður ein uppsagdur, so stinga allir av. Boðini frá 24 arbeiðsmonnum hjá IRF er greið. Teir finna seg ikki í, at fólk verða uppsøgd, og mótmælisskriv er sent leiðsluni hósdagin.
Ein arbeiðsmaður hjá IRF, sum Sosialurin hevur tosað við sigur, at sparingarnar, sum IRF tosar um, als ikki lata seg gera.
Fundur varð hildin við leiðsluna hósdagin um støðuna, og allir menninir hava skrivað undir skjal, sum sigur, at um ein verður uppsagdur, so rýma hinir.
Leiðslan skal senda út hoyringarskriv til teir, ið uppsagdir verða, og so skjótt tað brævið kemur fram, vænta arbeiðsmenninr ein nýggjan fund við leiðsluna.