Hótta við at tveita Norwegian úr Europa

ES-nevndin finnist harðliga at arbeiðsháttinum hjá flogfeløgum sum Norwegian og Ryanair

Antin broyta tit framferðarhátt, ella sleppa tit ikki at flúgva í europeiskum loftrúmi.

Tað eru almennu boðini, sum ES-nevndin hevur givið lágprísflogfeløgum í Europa.

Tíðindatænastan Standby.dk skrivar, at ES-nevndin er sera misnøgd við, at fleiri flogfeløg fremja sonevnda sosiala dumping og skapa ójavna kapping í flogferðsluni. Stórt trýst verður lagt á starvsfólk fyri at fáa sum mest burtur úr fyri minst møguligt, og tað órógvar onnur flogfeløg og starvsfólk hjá teimum, sum ynskja góð kor fyri starvsfólkini.

ES-nevndin nevnir eingi flogfeløg við navni, men lítil ivi tykist vera um, at ES-nevndin hugsar um flogfeløg sum Norwegian og Ryanair, ið verða mett sum høvuðsskurkar á økinum, og javnan eru í stríði og ósemjum um arbeiðs- og lønartreytir hjá sínum starvsfólkum.

Norwegian vísir atfinningunum frá sær og kallar tær eina ræðuherferð.

- Í øllum londum, har vit gera støðir, gjalda vit lønir eftir lokalu treytunum, og øll starvsfólk verða sett í fast starv, sigur Daniel Kirchhoff, kunningarleiðari hja Norwegian, við Ekstrablaðið.