Barnaverndarøkið
Vandi er fyri, at samstarvið ímillum allar kommunurnar í Føroyum um barnaverndarøkið, fer at slitna longu í føðingini.
Tað vóru annars tey flestu sum fegnaðust um, at barnaverndarøkið varð tikið frá landinum og lagt undir kommunurnar at umsita, tí tað skuldi gera alt so nógv betri og effektivari.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí nú vísir tað seg, at ósemjan ímillum kommunurnar er so stór, at vandi er fyri, at samstarvið slitnar, longu áðrenn tað rættiliga er komið í gongd.
Tað eru teir báðir kommunufelagsskapirnir, Kommunufelagið við teimum smáu kommununum og Kommunusamskipanin við teimum stóru kommununum, sum semjast so illa, at vandi er fyri at samstarvið slitnar.
Ì Havn ella á bygd
Í sambandi við at barnaverndarøkið skuldi leggjast undir kommunurnar, skuldi ein felags barnaverndarstova setast á stovn, sum allar kommunurnar skuldu hava til taks. Barnaverndarstovan skal samskipa barnaverndartænastur kring landið og hon skal geva barnverndartænastum í teimum ymsu økjunum ráð. Hon skal eisini skipa fyri undirvísing og skeiðum og at enda skal hon eisini umsita eina fosturforleldraskipan fyri alt landið.
Men tann stóri stríðsspurningurin ímillum kommunurnar er, hvar hendan Barnaverndarstovan skal vera.
Tær stóru kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya, hava sett sum ófrávíkiligt krav, at hon verður í Havn.
Men tær smáu kommunurnar í Kommunufelagnum hava hinvegin kravt, at hon verður á bygd.
Kommunufelagið heldur, at kommunurnar eiga at ganga á odda at lagt almenn størv úti um landið, so at eisini onnur øki enn Tórshavn, fingu ágóðan av støðugum, almennum størvum.
Hetta sigur Kommunufelagið í einum skrivi til limakommunurnar fyri stuttum.
Kommunufelagið heldur, at ein slík Barnaverndarstova kann einsvæl verða úti á bygd og hetta hevði verið ein søguligur møguleiki víst í verki, at almennir stovnar einsvæl kunnu liggja uttanfyri Havnina
Góðtaka eina neyðloysn
Kortini vil Kommunufelagið ikki vera orsøkin til, at arbeiðið at leggja barnaverndarøkið undir kommunurnar, dettur niðurfyri.
Tí góðtekur felagið, at Barnaverndarstovan verður løgd í Havn hetta fyrsta árið.
Men felagið mælir samstundis til, sáttmálin um Barnaverndarstovuna, verður endurskoðaður sum skjótast.
Og vil Kommunusamskipanin framvegis ikki samráðast um at flyta barnaverndarstovuna út á bygd, mælir stýrið fyri Kommunufelagið til, at sáttmálin verður sagdur upp.
Spurningurin er so, hvat hendir um samstarvið slitnar. Ein møguleiki er, at tað vera tvær barnaverndarstovur, ein í Havnini til tær stóru kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya og ein úti á bygd til tær smærru kommunurnar í Kommunufelag Føroya.
Men verður hon løgd úti á bygd, fer tað kanska eisini at verða ein spurningur um, hvørjari bygd hon skal vera í???.