Hótta við at myrða allar tingmenninar

Menn úr yvirgangsfelagsskapinum Shebab hóttu í morgun við at gera av við allar limirnar í tjóðartinginum í Somalia.

Felagsskapurin myrdi um vikuskiftið tingmannin Mustafa Haji Mohamed í høvuðsstaðnum Mogadishu, og felagsskapurin sigur, at ætlanin er at myrða allar teir 274 tinglimirnar, ein fyri og annan eftir.

Mustaf Haji Mohamed varð skotin, tá hann kom út úr einum bønhúsi leygardagin. Hann var verfaðir forsetan, Hassan Sheikh Mohamud, sum bleiv myrdur í einari sjálvmorðsbumbuatsókn í Mogadishu tann 12. september.

Shebab verður hildin at hava tætt tilknýti til al-Qaeda.