Týska blaðið Die Welt skrivar, at víðgongdir islamistar hava ætlanir um at myrða Angelu Merkel, kanslara og at søkja at ríkisdegnum í Berlin.
Týsk fregnartænastufólk hava váttað nú um vikuskiftið, at tænastan er í ferð við at kanna eina sjónbandsupptøku við tílíkum hóttanum. Upptøkan er tríggjar minuttir long, og orðini eigur ein týskur muslimur, sum eitur Abu Azzam, og sum heldur til í Egyptalandi.
-Tað kemur eitt álop á Samveldisdagin í miðbýnum í Berlin. Hetta verður ein atsókn, sum fer at líkjast atsóknini at tornunum hjá World Trade Center í New York í 2001, sigur Abu Azzam á sjónbandinum.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at týska luttøkan í krígnum í Afghanistan hevur fingið nógvar týskarar at stúra fyri hevndaratsóknum á týskari jørð.










