Hótta týskar ítróttarstjørnur eftir lívinum

So leingi sum týskir hermenn eru í Sýria, eru týskar ítróttarstjørnur og aðrir kendir týskarar mál fyri yvirgangsálopum. Teir eru á lista hjá IS yvir fólk, sum skulu drepast. Hetta er partur av innihaldinum í brævinum, sum varð funnið nærindis staðnum, har bumburnar brustu, sum raktu bussin hjá týska fótbóltsfelagnum Borussia Dortmund í gjárkvøldið. Tað er týska tíðindastovan dpa, sum endurgevur innihaldið í brævinum.

 

Í brævinum verður víst til yvirgangsálopið móti jólamarknaðinum í Berlin í fjør, og sagt verður, at alt hetta er hevnd fyri, at týskir hermenn drepa muslimar í tað, sum rithøvundurin kallar islamska kalifatinum. Umframt kravið um, at týsku hermennirnir skulu kallast heim, krevur tann, ið hevur skrivað brævið, at Ramstein, amerikanska flogstøðin í Týsklandi, verður latin aftur.

 

DPA skrivar tó, at løgreglan arbeiðir við einum ástøði um, at brævið er falskt og er skrivað og lagt út fyri at føra løgregluna av leið. Enn er eingin niðurstøða gjørd, hvørt brævið er ektað ella ikki.

 

Løgreglan arbeiðir eisini út frá tí ástøði, at talan var um eina morðroynd. Talan var um «álvarsom spreingievni,» sum vóru fjald í einum runni við vegjaðaran.

 

Tað var beint eftir, at bussurin var farin frá spælarahotelllinum, at tríggjar bumbur brustu í vegjaðaranum. Ein spælari, Marc Batra, bleiv skaddur og førdur á sjúkrahúsið, har hann seinni bleiv lagdur undir skurð.

 

Champions League dysturin móti Monaco bleiv útsettur til í kvøld klokkan 18.45.