Hótta Noreg

-Teir norsku hermenninir í Afghanistan eru ikki vælkomnir, tí teir eru okkara fíggindar, sigur Taleban-kommandanturin Abdul Hai við norska sjónvarpið TV2. Hann sigur, at teir útlendsku hermenninir bumba hús og heim hjá tí vanliga fólkinum í Afghanistan og oyðileggja lív teirra. Abdul Hai ávarar norsku stjórnina ímóti at senda fleiri hermenn til Afghanistan. Hann sigur, at afghanar hava ikki álit á teimum útlendsku hermonnunum, sjálvt um teir siga seg vera komnar hagar í friðarørindum.