Um Mentamálaráðið medvirkar til at seta verkætlanina í Eysturskúlanum í gildi, ætli eg mær at kæra Mentamálaráðið til løgmann, tí so umsitur landsstýrismaðurin eftir míni metan ikki sítt málsøki á fullgóðan hátt, sigur Christian Andreasen, sakførari hjá skúlastýrinum hjá kommunuskúlanum. Stríðið millum Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommunuskúla um 10. flokk hevur nú tikið eina vend afturat.
Í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at NámX fer at halda fram, og at ongin skal óttast fyri at tað ikki fer at henda.
Hetta hevur øst skúlastýrið hjá kommunuskúlanum, tí sambært teimum merkir avgerðin hjá Fiskimálaráðnum fyrr í mánaðinum, at avgerðin hjá Tórshavnar Kommunu frá 17. desember 2009 fyribils er sett úr gildi. Tað var avgerðin um ein skúla við 10. flokki
- Eg skal gera vart við, at eg meti framferðarháttin hjá Tórshavnar Kommunu og Eysturskúlanum verða grovt tænastubrot, tí framferðin hjá Tórshavnar Kommunu/Eysturskúlanum, vísur heilt greitt, at Tórshavnar Kommuna ikki ætlar sær at innrætta seg eftir tí yvirordnaða myndugleikanum, skrivar Christian Andreasen í skrivi til Mentamálaráðið sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Yvirorðnaði myndugleikin er Mentamálaráðið.
Christian Andreasen leggur afturat, at um Mentamálaráðið medvirkar til at seta verkætlanina í Eysturskúlanum í gildi, ætlar hann sær at kæra Mentamálaráðið til løgmann, tí so umsitur landsstýrismaðurin eftir hansara metan ikki sítt málsøki á fullgóðan hátt.
Við øðrum orðum. So verður Helena Dam á Neystabø kærd til løgmann, um hon hjálpir Tórshavnar kommunu.