Hátt á hamra høllum

Fjøllini kalla og draga. Ryggsekkurin verður pakkaður, og farið verður ein túr á fjøllini, fyrsta dýrdardag á árinum. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, hóast veggirnir eru bæði høgir og breiðir

So klárir og hvassir rísa tindarnir móti luftini. Dimt og djúpt er bláa loftið at síggja handan risarnar, sum alt í senn hóttandi og bjóðani standa her og vísa seg frá teirri blíðu og vøkru síðuni í morgun. Sólin stendur longu høgt á luftini, og ikki eittt einasta skýggj er at hóma kring allan sjónarringin.
Sálmaørindi rennur í hugan, sum ikki kann hóska betri enn júst í dag. »Hesin er dagurin, Guð hevur sett«. Ikki kann annar enn tann alvaldi Skaparin lata slíkt meistaraverk úr hondum, sum hendan dagin, vit hava valt at fara á fjøllini. Og skjótt skuldi sannast, at hetta var bara ein lítil partur av tí stórbæri seinni fór at opinberast á túrinum.
Dalurin liggur berur so tíðliga á árinum. Her er annars livandi í kvæði og søgn, her huldukonan úr Húsagjógv fór stunandi heim gjøgnum Klovan aftan á hestinum hjá Seyðamanninum á Sondum. Tá hevur verið meira ferð á teimum, sum her ferðaðust, enn tað er á gongumonunum, sum í dag fara seigliga niðan brekkuna sunnanvert við kós móti Borgarheyggi.
Stórbært letur landslagið seg upp fyri okkum. Fjallavatn í neðra og fjøllini fyri vestan, sum rísa alt hægri, nærri vit koma.
Tað er turt í erva. Onkur hendinga bloti er at hóma, annars er hagin turrur. Hann, ið skøtt seg hevur til gongu í vátlendi, verður »snýttur«, hóast hann ikki leggur so nógv í tað.
Hóast stutt útliðið á árið, liggur seyðurin høgt. Tungar eru tær vorðnar á sær, nú tað nærkast lembing, men kortini fara tær ikki heilt spakuliga undan, nú hesi ófriðarkropparnir koma stunandi um heyggjarnar og kløkka tær í lagdum og giljum, har einstakar grønar nálir síggjast kaga undan millum alt tað brúna, sum enn annars er ráðandi í haganum.
Reipsá fer spakuliga glíðandi úr Fjallavatni út móti Endanum, har hon stoytir sær út av og ger Reipsáfoss, sum í fleiri stigum fer gjøgnum bergi. Í grundini ein sjáldsamur fossur, tá ein hugsar um tað.
Og har vestanfyri liggja Víkarnar, sum vit seinni fara at síggja niðuryvir. Hetta staðið, har tann í føroyskum bókmentum so navnframi Ketil var og kastaði nót og leitaði eftir reka.
Har hann fann tann stóra rekan, javnaldran og lestrardreingin Lias Berint, sum rýmdur var undan nýggju tíðini og serliga hesum, at tey skuldu fáa pengar frá kommunununi fyri at hava hann í húsinum.
»Å denn vanæriliga skomm, sum skuldi koma oman yvir hann á gamalsaldrinum.«
Og einki er at siga til, at teir júst vóru her og leitaðu eftir reka, og funnu Klávus beinbrotnan. Tað sær tann, sum gongur út á Endan og hyggur niður yvir víkina her heimi. Reki manglar ikki.
Men vit halda okkum í erva. Fara fram við Mannaskarði, har vit síggja niður yvir Hviltkinnavatn, og taka okkum niðan móti Snældansfjalli og Knattarheyggi. Vit ætla okkum á Jatnagarðar og enn meira, heilt á Árnafjall.
Og vit náa Jatnagørðum. Hesum sjáldsama náttúrufyribrigdinum, sum er allan túrin vert.
Væl skiljandi, at teir gomlu hava givið hesum staðnum hetta navnið. Tí hvør annar enn yvirnáttúrliga verur kunnu laga slíkan garð. Hann er sum gjørdur til at verja heim teirra móti áloypandi fíggindum. Og sær út, júst sum er hann lagdur av mannahondum ella onkrum, sum minst líka væl dugir á laða.
Tú hyggur, sært og undrast. Og kanst bara siga sum Brorson: »Hvat gat eg sagt«? og ásanna, at hóast vit halda okkum duga og skilja, so megna vit kortini ikki »minsta blað á notulegg at festa«.
Men tað hevur so onkur annar undan okkum gjørt, og vit kunnu í dag bara njóta tað, undrast og vera eyðmjúk í slíkari løtu.