Hátrýstið fær lágtrýst frá Ferðslutrygd

Tíðindaskriv

Ferðslutrygd hartar sjónvarpið fyri ikki at súkkla við hjálmi

Í sendingini »Hátrýst«, sum verður send saman við »Dag og Viku«, varð mánakvøldið 3. august greitt frá um ferðamøgu-leikarnar á súkklu í Sandoy. Í sendingini sást verturin í sendingini súkkla uttan hjálm.
? Tað, at greitt verður frá um møguleikarnar at súkkla í Føroyum, er sera gott. Í veruleikanum er land okkara nógv betri at súkkla í, enn tey flestu geva sær far um. Og høvdu tey, sum gera vegir, hugsað um súkklararnar eisini, so hevði verið enn betur. Og at súkkla er sunt fyri bæði likam og sál, sigur Ferðslutrygd í tíðindaskrivi á heimasíðuni.
? Tað at sjónvarpið í einari annars áhugaverdari sending í bestu senditíð ikki kann verða meira umhugsið enn so, at syrgt verður fyri at hjálmur verður nýttur í hesum sambandi, er ikki nóg gott. Ferðslutrygd kann tí ikka geva sendingini Hátrýst annað enn lágtrýst fyri hetta lýtið, sigur Ferðslutrygd.
Eir í Ólavstovu, verður í sendingini »Hátrýst« í SvF, fær dumpikarakterin Lágtrýst frá Ferðslurygd, tí hon var so óumhugsin ikki at nýta súkkluhjálm
(Myndin er klipt av SVF á netinum)