Hátíðarløta fyri Regini Dahl

Fyrr í ár, tann 29. mars, andaðist Regin Dahl í Keypmannahavn.

Regin Dahl var sonur Jákup Dahl, próst. Mamma hansara, Maria, var dóttir tann gitna Bakar Hansen, sum íbirti eitt nútíðar tónleikalív í Føroyum.

Regin Dahl virkaði í mong ár sum bókmentaligur konsulentur hjá forlagnum Gyldendal. Men hann var fyrst og fremst yrkjari, og nú hann andaðist, hevði hann latið úr hondum 12 yrkingasøvn umframt týðingar, greinasavn, hittinorð og plátur við upplestri og sangi. Millum sínar landsmenn var Regin helst uppaftur betur kendur sum tónaskald og vísusangari. Longu stutt eftir at Útvarp Føroya var komið, var hansara eyðkenda rødd at hoyra har. Serliga kend gjørdust hansara løg, tá ið Hans Andriasar Sjómansrímur í 1983 komu á plátu. Í 2005 kom út eitt heildarsavn við 25 fløgum, har Regin syngur síni egnu løg og sjálvur hevur fylgispælið.

Í morgin, fríggjadagin tann 22. juni, verður hátíðarløta í Havnar Kirkju, dómkirkjuni, í sambandi við, at urnan við Regini Dahl leygardagin verður jarðsett í Nýggja Kirkjugarði í Havn. Umframt at felagssálmar verða sungnir, fer Tórshavnar Manskór at syngja, og Jakob Illeborg, abbasonur Regins, fer somuleiðis at syngja ein sálm eftir Grundtvig við lagi eftir Regin Dahl. Marjun Bæk prestur sigur nøkur orð og hevur bønarhald. Hátíðarløtan verður kl. 16.00.