Hátíðarhildu vónina.

Stóra fjøldin, sum var savnað í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, var nokk besta prógvið um, hvussu stóran týdning arbeiðið hjá Føroya Felag móti Krabbameini hevur havt fyri óteljandi føroyingar hesi 25 árini, felagið hevur verið til

- Vónandi verða tað ikki fleiri hátíðarhald av hesum slagi hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Veruligi hátíðardagurin verður tann dagin, tað ikki longur er tørvur á einum slíkum felag, og vit ikki longur kenna sviðan av krabbameini. Tí tá er endamálið hjá felagnum rokkið, segði Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini, í vælkomstrøðuni á 25 ára hátíðarhaldinum hjá felagnum fríggjadagin. Og tað var ikki bara formaðurin í felagnum, sum eisini nýtti høvi at takka fyri stuðul og hjálp. Jóannes Eidesgaard, løgmaður og verji hjá felagnum, mundi seta orð á tað, sum nógv hugsaðu, tá hann minti á, hvussu ómissandi arbeiðið hjá hesum felagnum er.
- So ella so er krabbamein ein partur av lagnuni hjá okkum øllum, tí vit kunnu ongantíð vera vís í, nær ella hvønn sjúkan rakar næstu ferð.
Hóast løgmaður ásannaði, at vit á granskingarøkinum innan krabbamein enn eru eftirbátar í mun til onnur Norðurlond, vísti hann á, at  Føroya Felag móti krabbameini allatíðina hevur fylgt við granskingini aðrastaðni og megnað til fulnar at umseta sína vitan til gerðir, millum annað í tí stóra arbeiðinum, sum hjálparbólkarnir hjá felagnum gera.
- Endamálið hjá felagnum er at birta vón - eitt endamál, sum felagið ongantíð hevur mist úr eygsjón og eigur størstu virðing og besta skoðsmál uppiborðið fyri, segði Jóannes Eidesgaard.
Hagtølini
Samanbera vit føroysku hagtølini yvir krabbameinstilburðir við eitt nú tey donsku og íslendsku, eru føroysku tølini framvegis lutfallsliga lág, men tað er onki yvir at dylja, at í nógvum førum ganga tølini skeiva vegin, staðfesti Erik Wandal, lækni og nevndarlimur í Føroya Felag móti krabbameini, tá hann legði fram nýggjastu hagtølini yvir krabbameinstilburðir í Føroyum. Serliga eru tað tilburðirnir av lunga- og húðkrabba, sum eru øktir nógv hesi seinastu árini. Hinvegin eru hetta tey sløgini av krabbameini, har læknar vita mest um orsøkirnar, og har fólk sjálvi kunnu gera sítt til fyri at minka um vandan við at leggja av at roykja og lata vera við at útseta seg fyri óneyðuga nógvari sól og annars royna at liva heilsugott. Havandi í huga, at alsamt fleiri føroyingar gerast tilvitaðir um týdningin av at røra seg og eta heilsugott, kunnu við siga, at glottar eru at hóma, hóast hagtølini ikki eru tey bjartastu í løtuni.
Vónin ? ein gáta
Vónin var evnið í fyrilestrinum hjá Kristiannu Hammer, sum sjálv hevur starvast á krabbameinsdeildum í Danmark og í løtuni granskar og skrivar ritgerð um vón og vónloysi hjá krabbameinssjúklingum. Kristianna greiddi frá, at hóast vónin enn er ein óskiljandi gáta fyri læknavísundina, so er tað als ongin ivi um, at hon spælir ein stóran leiklut, ikki bara fyri hvussu tann krabbameinsjúki klárar at liva við sjúkuni, men eisini fyri útlitunum fyri at gerast fríksur aftur. Eisini tey nærmastu skulu geva sær far um, hvussu stóran týdning teirra atburður og tað, tey siga við tann sjúka, kann hava, tí eins og tað ber til hjá menniskjum at geva vón, er tað líka skjótt at taka vónina frá einum medmenniskja.
- Vit eiga altíð at virða mátan hjá tí einstaka at skapa vón og meining í lívinum og stimbra tann sjúka til at geva sjúkini pláss. Tí uttan mun til, um tann sjúki verður frískur ella ikki, hevur sjúkan so nógvar broytingar við sær, at pláss má verða fyri teimum, um tann sjúki og tey nærmastu skulu kunna liva og vera saman sum heil menniskju, segði Kristianna Hammer millum annað í sera hugtakandi fyrilestrinum.
Bitið úr krabbaklónum
Og vónin er væl grundað, eisini vísundaliga nýtti Pál Weihe yvirlækni høvi at minna á. Ljósið frá vísundini lýsir alsamt bjartari, og vit liva ikki longur í myrku miðøldini, har ræðsla og hjálparloysi ráddi, tí sjúkur vórðu mettar sum óloysiligar gátur.
- Fyri bert hálvari øld síðani høvdu tuberklar líka fast tak í føroyingum, sum krabbamein hevur nú, men framstig verða gjørd allatíðina og vit hava góðar grundir til at vænta, at tað, um ikki so langa tíð, eisini fer at eydnast okkum at taka bitið úr krabbaklónum, segði Pál Weihe, tá hann, sum formaður fyri Listafelag Føroya alment lat Føroya Felag móti Krabbameini plakat av málninginum ?Brot?, sum Torbjørn Olsen, listamálari, hevur málað. Málningurin ímyndar nøkur ávarandi skýggj, men aftanfyri skýggini, skínur gula ljósið, sum ímynd av vónini.
?Á Brúnni?
- Ein ljótur, gulgráður illvøkstur á skíggjanum. Djúp tøgn. Kreft. Frá eini løtu til aðra var eg vorðin krabbameinssjúklingur. Uttanfyri var alt tað sama, sum tá eg kom inn á sjúkrahúsið fyri 10 minuttum síðani, men innaní var alt broytt.
Við erligum og poetiskum orðum greiddi sangarin og tónasmiðurin Martin Joensen frá, hvussu tað kendist, tá hann fekk staðfest krabbamein í tjúkktarminum. Nú, tíggju mánaðir seinni, framførdi Martin Joensen fyri fyrstu ferð sangin, hann yrkti eftir skurðviðgerina, har hann setir orð á kensluna av at heimurin steðgar upp og vónina, hann ongantíð sleppur. Sangurin hevur heitið ?Á brúnni?, tí tað er har, Martin kennir seg at vera í løtuni ? hvørki í landi ella á víðopnum havi, men á brúnni, har hann stendur og bíðar, tí ongin veit, um ella nær sjúkan vitjar aftur.
Tøkk fyri søgurnar
Eitt av hæddarpunktunum á 25 ára hátíðarhaldinum hjá Føroya Felag móti Krabbameini var útgávan av bókini ?Okkara millum?, har 20 føroyingar fortelja sína søgu um, hvussu tað kennist at verða raktur av og liva við krabbameini. Hetta eru søgur um at missa ein hjúnarfelaga, at síggja onkran av sínum nærmastu gerast sjúkur ella fáa at vita, at tú ongantíð verður fríksur aftur. Bókin má sigast at vera eitt megnar avrik hjá felagnum, ikki bara tí hon uttan iva kann verða ein ómetalig hjálp hjá øllum, sum verða rakt av sjúkuni, men eisini tí hon kann hjálpa øðrum at fáa innlit í eina svára støðu, sum ofta er so trupul at tosa um. Sum tøkk fyri hvørja einstaka søgu, endaði formaðurin í Føroya Felag móti Krabbameini hátíðarhaldið við at handa teimum 20 hvør sítt eintak av bókini ?Okkara Millum?.