Hátíðarhaldið fyri Heðin Mortensen kostaði 300.000 kr.

Almenna hátíðarhaldið fyrr í ár í sambandi við, at Heðin Mortensen hevði verið býráðslimur í 40 ár, kostaði skattgjaldarunum í Havn 300.000 krónur.

Tað upplýsa teir báðir býráðslimirnir, Bogi Andreasen, vinstrumegin, og Sjúrður Olsen.

Men teir halda, at tey fingu nógv fyri pengarnar.

Tað vóru teir báður, sum skutu upp fyri býráðnum, at hátíðarhaldið skuldi vera.

Býráðið tók einmælt við at skipa fyri tiltakinum, men Heðin Mortensen var ikki sjálvir við á fundi.

- Hetta var fyri at takka honum fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, og fyri at hann hevur lagt so stóran part av lívinum hjá sær í arbeiðið fyri okkara bý og okkara kommunu, siga teir báðir.

- Eisini sá Tórshavnar býráð hetta hátíðarhald sum eitt einastandandi høvi til at varpa ljós á býráðsarbeiðið.

Tilsamans kostaði tiltakið 300.000 krónur.

- Tað er sjálvandi nógvir pengar. Men tá ið hugsað verður um, hvussu stór kommunan er við 20.000 fólkum, er hetta einar 15 krónur fyri hvønn borgara í kommununi.

- Tá so hugsað verður um, hvussu nógv fekst fyri hesar pengarnar, og hvussu nógva og góða umrøðu, Tórshavnar kommuna og arbeiðið í kommunalpolitikki fekk í sambandi við tiltakið, halda vit heilt avgjørt, at kostnaðurin var rímiligur í mun til endamálið við tiltakinum, siga Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.