Hósdagin verður hátíðarhald í Havn. Høvið er, at 200 ár eru liðin síðani Andreas Christian Lützen varð borin í heim.
Andreas Christian Lützen var dani, ið sum ungur kom til Føroyar at verða einalærari í Havnar skúla. Hann er tann fyrsti av Lützenættini í Føroyum og tí eru øll Lützenfólkini í Føroyum, og fleiri afturat, hansara eftirkomarar.
Andreas Christian Lützen giftist við Evu Margrethu úr Baianstovu, og tey fingu níggju børn.
Í sambandi við dagin verður skipað tiltaki, sum byrjar í Havnar kirkju klokkan 17, har A. C. Lützen var organistur og deknur. Síðan verður farið ein túr á søgulig støð, sum hava samband við »føðingardagsbarnið«. Endað verður úti í fabrikkini hjá Østrøm, har tað verður samkoma og ein drekkamuður.
Henda dagin kemur bókin »Dagligdagur í 19. øld« út. Høvuðsinnihaldið er tann hondskrivaða bókin frá 1925 hjá Onnu Evensen, dóttir A. C. Lützen. Bókin er 176 síður, og hon er til keyps á hesi samkomu. Bókin er ein hugtakandi lýsing av lívinum í Havn og Føroyum seinnapartin av 19. øld. Men Anna hevur eisini eina áhugaverda lýsing av pápanum, og um hvussu hann kom til Føroya við til stuttleika at søkja starv sum lærari í Havn.
Í bókini eru eisini aðrar lýsingar av A.C. Lützen, sum geva eina góða mynd av einum merkismanni.
A. C. Lützen doyði 25. juli á Kongabrúnni í Havn meðan hann stóð og helt røðu fyri Christiani 9. kongi.
Myndirnar niðanfyri sýna:
1. Heiðursportrið fyri Kongi, sum vitjaði 25. juli 1874 tá A. C. Lützen doyði
2. Abbasonurin Andreas Christian Evensen
3. Dóttirin Anna Evensen, mamma A. C. Evensen
4. Forsíðan av bókini »Ein dagligdagur í Havn í 19. øld«
5. A. C. Lützen