Tann 20. desember eru tað heili 150 ár síðani orglið í kirkjuni í Skálavík, varð gjørt. Sostatt er hetta orglið tað elsta pípuorglið í Føroyum og tað verður hátíðarhildið við eini hugnaløtu í kirkjuni seinnpartin sunnudagin klokkan 17.
Tá verður kirkjugongd við andakt har fasti organisturin, Elsa Maria Trondesen, fer at spæla. Men harafturat fer Hilmar Jan Hansen eisini at spæla nøkur kend verk. Trondur Trondesen, limur í kirkjuráðnum í Skálavík, sigur, at somuleiðis fer Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur, at greiða frá um orglið og aftan á fáa fólk ein drekkamunn í kirkjuni.
Hann sigur, at orglið í Skálavík er ikki bara elsta pípuorgul í Føroyum, tað er eisini ímillum allar elstu pípuorgul í danska ríkinum. Tað er gjørt í 1868 og kom til Skálavíkar í 1929. Trondur Trondesen sigur, at tað finst eitt yvirlit, har pípuorgul í danska ríkinum eru skrásett. Tilsamans eru 2700 pípuorgul skrásett, og tað í Skálavík er eitt av teimum elstu.
Og hóast tað er gamalt, er tað í allar fínasta besta standi. Tað er ikki langt síðani at ein stemmari var og kannaði orglið og stemmaði tað, og hann legði okkum eina við at ansa væl eftir hesum dýrgripinum, sigur Trondur Trondesen.
Og hann leggur dent á, at tað ætla tey sær at gera og tí eru tey ongantíð fallin fyri freistingini at taka tað niður og at útvega eitt lítið, fittligt elektriskt orgul ístaðin, leggur hann afturat. Á myndini er tað Elsa Maria Trondesen, sum spælir upp á orglið. Hon hevur verið organistur í Skálavíkar Kirkju seinastu 14 árini.