Frítíðarskúlin við Margáirer ein av teimum stovnum, sum hátíðarheldur finska tjóðdagin í dag, 6. desember.
Portalurin skrivaði fyrr í dag, at bussleiðin í Tórshavn flaggar við finskum fløggum í sambandi við dagin, og nú frítíðarskúlin við Margáir júst í hesum døgum hevur ein finskan praktikant er tað upplagt, at halda finskan tjóðardag.
Kimmo Kautiainen ger eina verkætlan saman við børnunum um Finland, og hon endar í dag við at hátíðarhalda finska tjóðardagin.
Í hesum sambandi verður skipað fyri framsýning, og so hava tey eisini etið finskan døgurða (pygtipannu) og finska tertu (omanapiirakka) til millummála, sigur leiðarin av Dagstovninum við Kráir, Hanna Thøgersen.










