Hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin í Runavík

Tað er ikki bara í Havn, haðani myndin er, at tey fara at halda altjóða arbeiðaradagin í dag.

Tað fara tey eisini at gera í Saltangará og í tí sambandi verður café-hald í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará í dag.

Haldið er almenn, og tað byrjað klokkan 20 í kvøld, sigur Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri.

Á haldinum fer skaldið, Jóanes Nielsen, á sín eyðkenda hátt at hugleiða um hendan sermerkta dagin og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, fer at røða um politisku støðuna í landinum við støði í altjóða arbeiðaradegnum.

Gjáarmaðurin Jónsvein Olsen, sum gjørdist landskendur saman við Birgiri Nónsgjógv, sála, fer at syngja og spæla nakrar sangir, umframt at felagssangur verður á skránni.

Men orðið verður eisini frítt, har tað fer at standa einum og hvørjum í boði at sita nøkur orð, sama, hvønn politiskan lit, tey hava, sigur felagið.