Tað er Vestmanna Sangkór, við nøkrum sangarum úr Kvívík, sum eigur høvuðspartin av skránni.
Fyri at markera 100 ára dagin hevur Kvívíkar kirkjuráð heitt á kórleiðaran Kára Bæk at fáa okkurt nýtt framført til hátíðarkonsertina, og hevur hann vent sær til teir tríggjar, Edvard N. Debess, Atla K. Petersen og Kristian Blak, og biðið teir gera nýggjar útsetingar av ávísum advents- og jólasálmum, fyri kór og 3 blásiljóðføri - floytu, klarinett og fagott.
4 nýggjar útsetingar av jóla- og adventssálmum komu burturúr, umframt tveir, sum kórleiðarin sjálvur hevur gjørt. Tær nýggju útsetingar fyri kór og blásaratrio eru:
-Sum ein føgur rósulund, Hartmann / Kristian Blak
-Í hesi sælu jólatíð, gl. før. sálmalag / Kristian Blak
-Av himni kom ein einglaherur, gl. før. sálmalag / Atli K. Petersen
-Eitt barn er førr í Betlehem, týskt vísulag / Edvard N. Debess
-Ver glað nú, Brúður Krists, Jac. Regnart / Kári Bæk
-Byrja nú við trúgv og treysti, Lindemann / Kári Bæk
Onkrar av útsetingunum eru reiðiliga ótraditionellar og hava fingið eitt meira moderna snið.
Á skránni er annars brot úr motettini »Harri vár drottin«, fyri solo, kór og orgul, sum Kári Bæk skrivaði til 1000-árahaldið í 2000. Petra Iversen syngur solo og orgulfylgispælið hevur Heðin Kambsdal.
Kórið syngur eisini saman við orglinum Christmas Lullaby hjá John Rutter.
Sunnuva Bæk fer at spæla Exultate Jubilate hjá Mozart, lagt til rættis fyri trompet og orgul.
Í Kvívík er eitt lítið barnakór, sum hevur eini 3 ár á baki. Tey fara eisini at luttaka, bæði við egnari skrá og saman við Vestmanna sangkóri. Tað er Petra Iversen, sum í løtuni venur barnakórið.
Aðrir tónleikarar, sum luttaka, eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Peder Riis Jensen, klarinett og Christine Andersen, fagott.
Konsertin verður endurtikin í Vestmanna mánakvøldið tann 15. des. kl. 20.00 í Vestmanna kirkju.