Hátíðarhald í Skúlanum í Kongagøtu

Fríggjadagin 27. mai var hátíðarhald í nýggja Skúlanum í Kongagøtu í Havn í samband við at hesin varð tikin í brúk. Skúlin er bygdur á økinum har Tórshavnar Kommunuskúli og gamli realskúlin eru

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, beyð øllum gestunum vælkomnum og handaði skúlastjóranum Hanusi Joensen eitt klaver sum gávu frá Tórshavnar býráð til skúlan.

Formaðurin í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, Hildur Eyðunsdóttir, landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og skúlastjórin Hanus Joensen hildu talu.

Nógvur sangur og tónleikur á skránni, t.d. spældi Bjarni Lisberg klaver, ein trompet duett við Heina Andreasen og Hugin Reistrup, skúlaharmoniorkestrið, sum Andrea Heindriksdóttir stjórnaði, eisini luttóku bæði lærarar og børn undir leiðslu av Knúti Olsen. Til seinast skipaði 6c í Tórshavnar Komunuskúla fyri føroyskum dansi.
Síðan varð høvi at síggja skúlan og njóta eitthvørt.