Hátíðarhald í Runavík

Hátíðarhald var á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík sunnudagin 7. februar í sambandi við at eitt av búfólkunum, Jógvan Davidsen úr Elduvík, fylti 100 ár.

Tað var familjan, Eysturoyar Røktar-og ellisheim og Runavíkar kommuna ið skipaðu fyri hátíðarhaldinum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Jógvan hendan dagin, bæði familja, almenn umboð, stýrislimir á heiminum og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eysturoynni.


Jógvan var føddur 7. februar 1910 í Haldarsvík, men flutti sum tvey ára gamal til Elduvíkar at búgva hjá mostur síni. Í 1937 giftist Jógvan við Gerdu Jacobsen úr Thisted. Tey búsettust í Keypmannahavn og fing trý børn: Dianu, Stig og Hjørdis. Gerda andaðist í 1970, og í 1983 flutti Jógvan aftur til Elduvíkar at búgva.


Í sambandi við føðingardagin komu fleiri í familjuni úr Danmark til at hatíðarhalda 100 ára føðingardagin saman við Jógvani. Umframt børnini eigur Jógvan eisini seks abbabørn og átta langabbabørn.


- red