Týsdagin 24. mai fyllir rokk poeturin Bob Dylan 75 ár, og vit hátíðarhalda dagin í Reinsarínum, við tónleiki og hugleiðingum um mannin, tónleikarin og tónleikin. Hanus Kamban hugleiður, meðan Hanus G. Johansen og Kári P. tulka tónleikin.
Bob Dylan hevur skapt ein tónleikaskatt, ið neyvan eigur sín líka í heiminum, hansara løg og tekstir hava fangað ættarlið eftir ættarlið, og tónleikarar kring allan heimin hava tikið løgini til sín, og gjørt tey síni egnu. Á tann hátt hevur hesin serligi rokkpoeturin og trubudururin vunnið sær fjepparar ikki bert innan fyri sína tónleikagrein, men innan alskyns tónleikagreinar, har hansara løg eru vorðin tulkaði.
Í hesum døgum, tá heimurin alsamt fagnar folnum tónleikahetjum, fara vit at fagna einari hetju, ið enn er millum okkara. Tveir av okkara allar bestu trubadurum Hanus G. Johansen og Kári P. fara at kava niður í lagaskjáttuna hjá Dylan og geva okkum sínar tulkingar av hansara løgum.
Meðan Hanus Kamban kemur at hugleiða um hendan serliga gávaða listamann.
Trýst á pílin á myndini og hoyr Bob Dylan syngja »The Times They Are A Changin'« í 1964.